Russiska verjumálaráðið veit at siga, at Ukraina í nátt hevur framt eitt stórt dronuálop á Russland, og russiska verjan sigur seg hava skotið 347 ukrainskar dronur niður.
Fráboðanin úr Russlandi kemur stutt fyri, at Russland fer at hátíðarhalda 81-ára dagin eftir krígslok við eitt nú einari hernaðarframsýning í russiska høvuðsstaðnum.
Bæði Russland og Ukraina hava boðað frá vápnahvíldum hesa vikuna. Kyiv hevur skotið upp, at vápnahvíld verður 6. mai - uttan at áseta nakran endadag fyri vápnahvíldini.
Russland hevur ikki latið við seg koma um uppskotið hjá Ukraina, men hevur sagt, at landið vil hava vápnahvíld 8. og 9. mai, tá hátíðarhaldið verður í Moskva.
Sagt verður úr russisku regiónini, Brjansk, at 13 fólk hava fingið løstir í ukrainskum álopum í nátt.











