Óttaðist at onkur hevði loyst møtrikar á hjólininum

Ein bilførari boðaði í gjár løgregluni frá, at allir møtrikarnir á hjólinum vóru leysir

Hann vildi siga løgregluni frá, tí hann hevði illgruna um, at onkur hevði loyst møtrikarnar á hjólinum. Men hann var ikki heilt vísir í, um tað kundi verið vantandi eftirspenning, men tað langt síðani, at bilurin hevði verið á verkstað, har hjólini vóru skift.

Tað er hent áður, at slíkt vandamikið herverk er framt, har onkur gongur runt og loysir møtrikar á hjólum á bilum. Hetta er sera vandaminkið og kann føra til stóran skaða.

Løgreglan heldur, at tað er eitt gott hugskot, at fólk kanna bilar sínar og eftirspenna møtrikar, tá hjólini hava verið av.

Hendan hendingin var í Norðstreymi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Aftur í dag var ein fráboðan um leysan seyð í Trongisvági. Og aftur í nátt hevur løgreglan tikið nummarplátur av bilum, sum ikki hava møtt til sín, ella ikki goldi vegskatt ella trygging. 

Løgreglan fekk herfyri ein lista frá Akstovuni við 800 bilum, har pláturnar skuldu klippast. Enn eru nógvir bilar eftir á listanum, og løgreglan heitir á fólk um at fáa síni viðurskifti í rættlag.