Champions League: Víkingur Reykjavík brendi brotsspark og reyk út

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir høvdu møguleikan fyri longdari leiktíð, men tóku ikki av

Mynd: Vísir

Átta minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat kundi liðfelagin hjá Gunnari Vatnhamar, danski Nikolaj Hansen tryggja Víkingi longda leiktíð móti Shamrock Rovers, ið fekk mann riknan av vøllinum seint í seinna hálvleiki. Men ólukkutíð sendi Nikolaj Hansen bóltin framvið málinum hjá Shamrock Rovers.

 

Shamrock Rovers vann seinna dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League 2-1 á Víkingi Reykjavík á Tallaght-leikvøllinum í Dublin. Fyrri dysturin í Reykjavík endaði við javnleiki 0-0, og sostatt vann Shamrock ein samlaðan 2-1 sigur.

 

Víkingur vísti annars góðan karakter í kvøld. Shamrock Rovers var á odda 2-0 longu tá 20 minuttir vóru farnir, men Nikolaj Hansen tendraði eina vón, tá hann minkaði um munin til 2-1. Men tíverri var sami Nikolaj Hansen ikki nóg kaldur í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Shamrock fekk Jack Byrne vístan av vøllinum í 74. minutti. Hevði Víkingur leikt 30 minuttir longda leiktíð við 11 móti 10 monnum høvdu teir havt ein góðan møguleika at vunnið dystin, men soleiðis bleiv tað tíverri ikki. 

 

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin fyri Víking í kvøld. 

 

Víkingur dettur nú niður í Conference League undankappingina.

 

Shamrock Rovers-Víkingur Reykjavík 2-1 (2-0)

1-0 Johnny Kenny ('8)

2-0 Johnny Kenny ('20)

2-1 Nikolaj Hansen ('60)

 

Mynd: Vísir