Chelsea steðgaði City

Stamford Bridge gjørdist endastøðin fyri higartil ósigraða Manchester City, sum annars legði sera væl frá landi í London.

 

Ein flottur túrur av Sergio Agüero endaði við, at hann spældi Balotelli frían, so hesin kundi leggja City á odda longu áðrenn tveir minuttir vóru farnir.

 

Og City hevði takið á Chelsea í byrjanini av dystinum, men London-liðið stóð ímóti álopsbylgjuni, og tá 34 minuttir vóru farnir, skoraði Mereiles útjavnandi málið.

 

Tá tímin var farin fekk Clichy sítt seinna gula kort, og harvið varð City noytt at spæla seinasta hálva tíman við tíggju monnum.

 

Lampard byrjaði aftur hesaferð á beinkinum, men kom inn í seinna hálvleiki. Og tá Lescott brúkti hondina til hjálp at steðga einum skoti frá Daniel Sturrige – sum annars var ein av teimum bestu – stóð tað upp til Frank Lampard at avgera dystin.

 

Andreas Villas-Boas avdúkaði annars eftir dystin, at tað í veruleikanum skuldi verið Juan Matas, sum skuldi skjóta, um Chelsea fekk brotsspark, men eftir stutt samráð tók Lampard ábyrgdina og gav harvið Manchester City fyrsta tapið í ár.

 

Harvið er Chelsea ikki heilt úti av meistaraheits dystinum, men langur vegur er upp til City, sum liggur sjey stig framman fyri Chelsea – men nú bert tvey stig frá býarbørnunum úr United.