Italska landsliðið hevði 774 rættar avleveringar móti teimum 96 hjá føroyska landsliðnum. Italski miðverjin, Giorgio Chiellini, hevði 98 rættar avleveringar. Tvær fleiri enn føroyska landsliðið samanlagt. Sama talið av røttum avleveringum hevði hin miðverjin, Andrea Ranocchia, eisini.
Spælandi verja
Verjan hjá Italia spældi bóltin nógv millum sín fríggjadagin. Føroyska liðið trýsti ikki langt uppi og tí kundu teir fýra aftastu lættliga trilla bóltin millum sín. Tað bleiv til heilar 339 rættar avleveringar.
Umframt at teir ikki blivu trýstir, so var tað eisini sjáldan at nakar av teimum royndi seg við eini torførari avlevering. Teir valdu heldur at spæla stutt niðan á miðvøllin, ið stóð fyri tí skapandi partinum av spælinum.
Fjaldi playmakarin
Øll eygu vóru á Andrea Pirlo, sum tann leikarin, ið alt spælið hjá Italia fór ígjøgnum. Tað vísti seg tó, at tað var Thiago Motta, sum stóð fyri flestu av avleveringinum hjá italska miðvøllinum. Føroyska liðið hevði eitt gott eyga við Andrea Pirlo og tað var eisini leikarin, ið helst varð feldur flest ferðirnar hjá Italia.
Serliga í fyrra hálvleiki var Thiago Motta við í nógvum. Hann hevði ikki færri enn 73 rættar avleveringar. Í seinna hálvleiki kom talið heilt niður á 17 rættar avleveringar áðrenn hann var út skiftur eitt gott korter fyri tíð.
Andrea Pirlo kom samanlagt upp á 87 rættar avleveringar. Fyrrverandi AC Milan miðvallarin var eyðsýndur í løtum og fall so burturúr dystinum heilt í upp til eitt korter.
Lívligir framherjar
Fremstur á italska miðvøllinum var Riccardo Montolivo, ið eisini var nógv á bóltinum. Tað var sum oftast við honum sum millumstatión, at framherjarnir fingu fatur á bóltinum.
Serliga fyrrverandi Real Madrid og Sampdoria leikarin, Antonio Cassano, var nógv við í spælinum og kom upp á 36 rættar avleveringar, ið er nógv fyri ein framherja. Hann royndi seg eisini fleiri ferðir við dribblingum.
- - -
Niðurstøðan:
Italia hevði bóltin nógv, tað koma vit ikki uttan um, men lutfaldsliga skaptu teir ikki eins nógv og okkara fyri hvørja avlevering. Fyrstu tjúgu minuttirnar riggaði tað mesta hjá gestinum og okkara megnaðu ikki at órógva italska spælið.
Bestu avleveringina átti Andrea Pirlo, tá hann legði upp til málið, ið Antonio Cassano skoraði. Tað er júst soleiðis vit kenna Andrea Pirlo og so fingu vit eisini tað fyri pengarnar.