Christian Lamhauge Holst vísti sunnudagin, at hann er ógvuliga væl fyri í løtuni. Sunnudagin vann Silkeborg 2-1 á útivølli móti Randers, og Christian var millum teir fyrstu ellivu hjá Silkeborg. Tá ið Christian Lamhauge Holst fimm minuttir undan leikloki varð skiftur út, vóru viðmerkjararnir í DR1 samdir um, at hann hevði verið ein tann besti spælarin á Silkeborg liðnum. Lamhauge maðurin var um reppið at skora, tá ið ein tími var farin, og støðan framvegis var 1-0 til Silkeborg. Men skotið brast í tvørtræið. Verri veit við hjá Randers. Lítil ivi tykist vera í, at venjarin, John Faxe Jensen, nú fer at fáa sekkin. Hjálparvenjari hjá honum er fyrrverandi landsliðsvenjarin í Føroyum, Henrik Larsen, sum ivaleyst eisini í dag hongur í klønum tráði. Burturúr ellivu teimum fyrstu umførunum hevur Randers vunnið tvey stig og er aftast. Silkeborg hevur skavað 19 stig saman.