Christian millum teir bestu

Mitt í komandi viku fer føroyska fótbóltslandsliðið til Fraklands og síðani Rumenia.

Í dag hevur ein av landsliðsspælarunum víst, at hann er ógvuliga væl fyri.

Talan er um Christian Lamhauge Holst. Hann var millum teir fyrstu ellivu á Silkeborg liðnum, sum hevur vunnið 2-1 á útivølli ímóti Randers.

Tá ið Christian Lamhauge Holst fimm minuttir undan leikloki varð skiftur út, vóru viðmerkjararnir í DR1 samdir um, at hann hevði verið ein tann besti spælarin á Silkeborg liðnum. Lamhauge maðurin var um reppið at skora, tá ið ein tími var farin, og støðan framvegis var 1-0 til Silkeborg. Men skotið brast í tvørtræið.

Verri veit við hjá Randers. Lítil ivi tykist vera í, at venjarin, John Faxe Jensen, nú fer at fáa sekkin. Hjálparvenjari hjá honum er fyrrverandi landsliðsvenjarin í Føroyum, Henrik Larsen, sum ivaleyst eisini í dag hongur í klønum tráði.

Burturúr ellivu teimum fyrstu umførunum hevur Randers vunnið tvey stig og er aftast. Silkeborg hevur skavað 19 stig saman.