Christian var hetjan

Samstundis er hann helst eisini maðurin, sum beinleiðis syrgdi fyri, at B36 ikki flytir niður í næstbestu deildina. Við sigrinum er B36 nevnliga seks stig frammanfyri 07 Vestur og KÍ, sum bæði taptu sínar dystir. Harvið líkjast tey meiri og meiri tveimum liðum, sum skulu spæla í næstbestu deildini í 2010.

 

Í hinum endanum er B68 níggju stig aftanfyri HB, nú bara 12 stig eru eftir at spæla um. Hetta merkir, at tað skal viljað óvanliga illa til, um HB ikki vinnur landskappingina í ár. Teir høvdu ein teoretiskan møguleika í dag at tryggja sær Føroyameistaraheitið, men tá B68 vann á NSÍ, so bar hetta ikki til.

Málið hjá B68 gjørdi Óli Olsen. Dysturin var annars ikki serliga væl leiktur og serliga í seinna hálvleiki tóktist alt at koyra í tómgongd.

Tað sama kann ikki sigast um dystin í Gøtu, har Víkingur vann 3-0 á EB/Streymi. Zoltán Bükszegi og Andreas Lava Olsen skoraðu í fyrra hálvleiki, meðan EB/Streymur gjørdi sjálvmál í seinna hálvleiki.

Við sigrinum eru Víkingur og EB/Streymur ájøvn í stigum ? 38 stig í part. B68 fór við sínum sigri framvið hesum báðum liðum og hava nú 39 stig.

 

Úrslitini í 23. umfari vóru hesi:

 

B36 ? HB 1-0 (0-0)

1-0: Christian Restorff Mouritsen

 

Víkingur ? EB/Streymur 3-0 (2-0)

1-0: Zoltán Bükszegi

2-0: Andreas Lava Olsen

3-0: Sjálvmál

 

NSÍ ? B68 0-1 (0-0)

0-1: Óli Olsen

 

AB ? 07 Vestur 1-2

1-0: Stig Roar Søbstad

2-0: Nikolaj L. Eriksen

2-1: Milan Pejcic (brotsspark)

 

ÍF ? KÍ 5-0 (3-0)

1-0: Rógvi Jacobsen

2-0: Rógvi Jacobsen

3-0: Øssur Dalbúð

4-0: Nenad Saric

5-0: Andy Olsen

 

Støðan í Vodafonedeildini eftir 23. umfar:

1 HB 48

2 B68 39

3 EB/Streymur 38

4 Víkingur 38

5 NSÍ 35

6 AB 33

7 ÍF 29

8 B36 24

9 07 Vestur 18

10 KÍ 18