Claus Bech Jørgensen kann leygardagin spæla sín fyrsta dyst fyri Blackpool, sum hann júst er farin at spæla við. Tað var beint fyri evstamark 31. august, at Claus skifti frá Coventry til Blackpool, sum spælir í triðbestu ensku deildini. Síðani hevur Claus boðað frá, at hann gevst at spæla á føroyska landsliðnum, har hann hevur spælt 10 landsdystir. Claus sigur, at hann hevur mist hugin at spæla við føroyska landsliðnum, og tí gevst hann. Nýggja felagið hjá honum hevur bara fingið fimm stig í seks teimum fyrstu dystunum, og liðið liggur nummar 20 av 24 liðum í deildini. Leygardagin spælir Blackpool á útivølli ímóti Port Vale, sum er at vinna ovarliga á stigatalvuni. Port Vale liggur nummar 3 og hevur í hesum kappingarárinum vunnið tveir heimdystir og tapt ein.