Claus og teir eru ikki til at steðga

Blackpool spældi leygardagin ímóti Northampton í triðbestu ensku fótbóltsdeildini, og tað gekk strúkandi hjá liðnum, har Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum. Í hálvleikinum var støðan tó 1-0 til Northampton. Í seinna hálvleiki var tað heimaliðið, sum stýrdi showinum, og Blackpool skoraði heili fýra mál. Tryggi sigurin hevur við sær, at Blackpool heldur fast um fjórða pláss í League One.