Claus tapti fyri Southampton

Blackpool, sum spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, tapti leygardagin ímóti Southampton. Dysturin var á útivølli, og Southampton fekk einasta málið í dystinum. Tað skoraði Stern John í fyrra hálvleiki. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen byrjaði á vøllinum, men hann varð tikin út 20 minuttir fyri leiklok. Blackpool byrjaði kappingarárið væl, men er nú farið at nærkast botninum. Liðið liggur fjórðniðast eftir 17 umfør.