Clinton lurtaði ikki eftir læknunum

Hon skuldi binda frið í fimm dagar, men gjørdi tað ikki.

Hon skuldi binda frið í fimm dagar, men gjørdi tað ikki.

 

 

Fyri fyrstu ferð síðani, at Hillary Clinton mátti skundast av minningarhaldið fyri tey, sum doyði í yvirgangsatsóknini 11. september, greiðir hon frá tí, sum hon upplivdi. Við CNN sigur forsetavalevni, at hon hevði fingið boð frá læknunum um at binda frið í fimm dagar, men hon lurtaði ikki.

 

Fríggjadagin fekk Hillary Clinton at vita, at hon skuldi binda frið í fimm dagar, men heldur enn at lurta eftir læknunum valdi hon at fara víðari eftir valstríðsætlanini.

 

Hendingin, sum var væl dokumentera av miðlunum, hevur elvt til, at kjakið um heilsuna hjá Hillary Clinton hevur tikið seg uppaftur.

 

Hon hevur havt lungabruna, og hon sigur sjálv við útlendskar miðlar, at hon metti ikki avleiðingarnar av sjúkuni fóru at verða so stórar.

 

Hillary Clinton sigur í somu samrøðu við CNN, at hon heldur, at tíðin er búgvin til, at Donald Trump eisini skal møta somu fjølmiðlaumrøður og áhuga, sum hon hevur upplivað seinastu mongu árini.