Comrade - ein góðkend deyðsfella

- Endiliga eydnaðist tað hjá landsins myndugleikum og teimum stovnum, sum arbeiða við samferðsluni, at kroysta bátin Comrade inn á Skúvoyarleiðina. Av eini ella aðrari óskiljandi orsøk, skal Comrade inn í hitan hjá Strandferðsluni.

Tað skrivar Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, í brævi til miðlarnar í dag. Hann sigur, at tað hevur fyrr verið uppi og vent, at Comrade skal sigla um Skúvoyarfjørð.

- Nú var hann so her fyri fyrstu ferð í morgun. Kyrran var av tí besta, og flóðin sum hon skuldi, so tað gekk at fáa ferðafólk í land og umborð. Men umstøðurnar at sleppa umborð og í land eru beinleiðis lívshættisligar.

Harry Jensen vísir á, at Strandferðslan sigur hetta verða einastu loysn í eini knappheit.

- Tað passar í hvussu er ikki. Í Føroyum eru nógvir útróðrarbátar, og tað er eingin ivi um, at allir hinir eru betri egnaðir enn Comrade.

Borgarstjórin heldur tað mest undrunarverda vera, at Skipaeftirlitið hevur góðkent hesa deyðsfellu, sum hann rópar Comrade.

- Teir siga stabilitetin verða í lagi, men er tað nógmikið til flutning av ferðafólki? Eg rokni við, at stabiliteturin er í lagi hjá øllum útróðrabátum, leggur hann aftrat.

Á Skipaeftirlitinum siga tey, at Comrade bara hevur eitt fyribilsloyvi til mánadagin komandi, og borgarstjórin biðir inniliga eftir, at eingin vanlukka hendir til ta tíð.

Strandferðslustjórin sigur Skúvoyarleiðina vera sína ringu samvitsku.

- Eg havi trúð honum - men ikki meiri. Vit, sum brúka hesa rutu, vita øll, at Johan Dahl meir enn einaferð hevur roynt at kroysta henda bátin inn í Strandferðsluna. Um hann er við hesa ferð, veit eg ikki, men eg kann so hava mín mistanka.

Harry Jensen sigur, at um skúvoyarleiðin er Strandferðslurnar ringa samvitska, dugir hann ikki at siga, men hann er ivaleysur í, at tað, sum nú fer fram, er skomm, bæði fyri stovnin og fyri landsins myndugleikar.