Grein úr Sosialinum:
Kenda ferðablaðið »Condé Naste Traveller« var fyrst við at nýta úttrykkið coolcation í desember í fjør. Ein blanding av orðunum cool og vacation – coolcation. Síðani tá hevur hugtakið spjatt seg og er nú næstan líka ofta at finna sum corona-hugtakið »staycation« ella »ferðast i egnum landi«, sum tað eitur í Føroyum.
Í eini frágreiðing frá ES »Regional impact of climate charge on European tourism demand« verður staðfest, at ferðirnar til miðalhavslond væntandi minka við 10 prosentum komandi ár, og ferðirnar til kaldari lond norðanfyri økjast við 5 prosentum.
Á Visit Faroe Islands kenna tey til hugtakið og eru farin at brúka coolcation á sosialu miðlum teirra. Ein nýggj síða á heimasíðuni er eisini gjørd til sama høvi.
Soleiðis verður coolcation lýst har:
Looking for a summer destination with an average of 13-15°C degrees. The Faroe Islands is a great spot for a coolcation during the soaring mainland heat. It's like nature's air conditioning with mild temperatures year-round, a dash of rain, billowing fog, voluminous waves and invigorating breezes
– Tað er sum so onki nýtt í, at fólk í heitari londum leita eftir støðum at ferðast um summarið, sum eru kaldari. Vit hava marknaðaført Føroyar á italienska marknaðinum í nógv ár, og grundgevingin hjá nógvum teirra, sum koma her, er, at tey leita vekk frá hitanum mitt um summarið í Italia, Sigur Súsanna Sørensen, marknaðarstjóri á Visit Faroe Islands.
Starvsfelagirnir hjá Súsannu i hinum norðurlendsku londinum hava somu royndir. Tey síggja eisini, at kuldin lokkar, men tað er saman við ynskinum um eina feriu, har náttúruupplivingar og lægri tempo eru í hásæti. Gjarna skulu mentanarlig innsløg eisini vera, og lond sum Skotland, Norra og Írland, ið hava ríka søgu, verða oftani nevnd.
Við øðrum orðum eitt heilt annað slag av feriu enn at liggja í bakandi sól við Miðalhavið. Tað er tó enn galdandi rák fyri okkum norðbúgvar, sum vilja hava sól og hita um summarið. Tær stóru ferðafyritøkurnar Tui og Ving síggja onga minking, hóast at hitin kann fara uppum 40 hitastig, tá tað er sum heitast, har tey hava ferðir.
– Um tað blíva við at koma søgur í miðlarnar um fólk, sum hava havt keðiligar upplivingar av hita, kann man ímynda sær, at tað ávirkar, so fólk kanska ferðast til heitu londini uttanfyri háárstíð og velja onnur støð mitt um summarið, og har koma Føroyar og hini Norðurlondini inn, sigur Súsanna Sørensen.
Men tey á Visit Faroe Islands eru tó varin við at brúka ólukkuna hjá øðrum til egnan vinning.
– Tað ræður um at finna røttu javnvágina, sigur Súsanna.
Tøl vísa, at yvir 50 prosent av teimum, sum ferðast, velja ferðamál út frá hitalagnum á staðnum, og fyri nógv eru 12-13 hitastig um summarið tað perfekta svalliga lotið, tey leita eftir saman við friði í náttúrini og færri fólk at troðkast við.