Coventry lætti sær á

Claus Bech Jørgensen spældi 79 minuttir av dystinum, tá Coventry við einum 2-1 sigri á Brighton lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna í næstbestu ensku deildini.
Undan dystinum var Brighton trý stig framman fyri Coventry, og fyri steðgin var ikki so nógv, ið bendi á, at hetta skuldi broytast so øgiliga nógv. Gestirnir hildu seg hava lagt seg á odda, tá Mark McCammon sendi bóltin í kassan, men hetta varð ikki góðkent av dómaranum.
Ístaðin kundi Coventry leggja seg á odda við brotssparki tíðliga í seinna hálvleiki, men tá Brighton stutt seinni javnaði, tóktist javnleikurin gerast endaliga úrslitið.
Men sjey minuttir fyri leiklok bragdaði hjá heimaliðnum. Steve Staunton kom niðan úr verjuni, og tá eingin leikari kom ímóti, høgdi hann til, og bólturin smeyg sær í kassan dygst úti við stólpan.