Hóast teir nú hava lyft seg upp um niðurflytingarstrikuna, so mátti Coventry taka til takkar við einum greiðum tapi, tá teir um vikuskiftið vitjaðu hjá West Ham.
Úrslitið av dystinum gjørdist 3-0 til vertirnar, sum eru beint undir plássunum, sum geva møguleika at spæla um pláss í Premier League.
Tað gekk tó long tíð, áðrenn West Ham vissaði sær stigini. Fyrstu fimm korterini megnaðu Coventry at standa ímóti trýstinum, men tá Richard Shaw var óheppin at gera sjálvmál, fall alt saman. Bobby Zamora og gamli kenningurin, Teddy Sheringham skoraðu tey bæði seinastu málini.
Coventry vann fyrr í seinastu viku 2-0 á Nottingham Forest, og tí eru teir nú fimm pláss oman fyri niðurflytingarstrikuna. Tryggir eru teir tó langt ífrá, tí tað eru bara tvey stig millum Coventry og hóttandi strikuna.
Claus Bech Jørgensen var ikki í hópinum hjá Coventry hesaferð.