Coventry misti sigurin

Claus Bech Jørgensen spældi mest sum allan dystin, tá Coventry leygardagin tók ímóti Norwich í næst bestu ensku deildini.
Coventry fekk eina dreymabyrjan, tá Gary McSheffrey eftir bara trimum minuttum fór einsamallur ígjøgnum Norwich-verjuna, og tá Dele Adebola bara sjey minuttir seinni økti til 2-0, tóktist liðið av álvara vera á sigurskós.
Norwich vildi tó ikki geva skarvin yvir. Teir stríddust manniliga, og stutt fyri hálvleik minkaði Calum Davenport um munin. Eftir steðgin sat Norwich á nógvum, men til tað restaðu fimm minuttir, tóktist Claus og teir kortini at standa ímóti. Tað eydnaðist tó Craig Fleming at javna, soleiðis at Coventry heldur ikki hesa ferð fekk ein sigur at fegnast um.
Coventry er í løtuni á 21. plássinum í League Championship. Bara málmunurin heldur teir oman fyri niðurflytingarstrikuna.