11. mars boðaði heimsheilsustovnurin, WHO, frá, at covid-19 sjúkan var tá at rokna sum ein alheimsfarsótt. Sjúkan hevði tá spjatt seg til 114 lond, og fleiri enn 180.000 vóru smittað.
Covid-19 sjúkan, ella koronavirus, sum hon vanliga verður kallað um okkara leiðir, hevði sín uppruna í býnum Wuhan í Hubei landslutinum í Kina.
Hildið verður, at sjúkan kemur frá einum sokallaðum "wet market" [vátmarknaður, red.] í Wuhan; einum marknaði, ið selur livandi og ofta vill og eksotisk djór til matna og brúk í alternativum medisini.
Covid-19 er ikki fyrsta alheimsfarsótt, ið hevur uppruna í Kina.
Tey flestu munnu minnast SARS (Severe Acute Respiratory Syndrome) smittuna, sum gjørdi um seg um árskiftið 2002-2003. SARS hevði uppruna í Yunnan landslutinum í Kina, og kinesiskir heilsumyndugleikar kundu í 2017 staðfesta, at sjúkan kom frá einum slagi av flogmús. Nógvastaðni verður hildið, at eisini SARS sjúkan kom í umfer umvegis vátmarknað, og kinesiska stjórnin setti eisini forboð fyri vátmarknaðum eftir SARS farsóttina.
Tá SARS var bart niður, varð forboðið slept aftur.
Somuleiðis var Yunnan eisini uppruni til triðu ferð svartideyði gjørdi um seg, ta ferðina í 1886 til 1860. Sjúkan spreiddi seg til allar heimspartar, men serliga gjørdi hon um seg í Kina og India, har 12 milliónir fólk lótu lív av sjúkuni.