Tær taka tað róligt í løtuni, Rannvá og Rebecca.
Ongar konsertir eru á skránni í januar mánaði, men tá tað líður út í februar mánað, fer nakað at henda.
Tá fer Creamy at gera eitt stórt átak á bretska tónleikamarknaðinum, har fløgan hjá teimum, We Got The Time, kemur út. Ein stakfløga skal royna at slóða fyri einum gjøgnumbroti á hesum risastóra marknaði, og tær báðar genturnar skulu gera vart við útgávuna við eini PR-ferð til London miðskeiðis í næsta mánaði.
- Tær fáa alla tíðina tilboð um at verða við í ymiskum tiltøkum, men tær taka ikki av øllum. Tær vilja passa skúlan hjá sær, og tí taka tær ikki ov nógvar uppgávur á seg, sigurAnni Joensen, sum er mamma Rannvá.
Men hóast tað er friðarligt í løtuni, so skalt nógv leggjast fyri, tá Creamy-genturnar fara til Onglands at promovera nýggju fløguna hjá sær um ein slakan mánað.
Jólasølan ikki tann sama
Fyri jól hevði Creamy úr at gera, tí tá royndu tær at gera vart við nýggju jólafløguna hjá sær. Tær framførdu ymsastaðni og signeraðu fløguna nógvastaðni. Jólafløgan hjá teimum seldi ikki so nógv, sum aðrar fløgur hjá teimum hava gjørt, men fløgusølan sum heild var stak vánalig í fjør.
Donsku plátufeløgini stúra nú veruliga fyri, at nógv ólógliga kopieringin av tónleiki rakar marknaðin ógvusliga. Stór afturgongd er í søluni hjá flest øllum bólkum, og undan jólum vóru Creamy tann bólkurin, sum seldi flest jólafløgur, hóast 25.000 eintøk er lítið aftur ímóti tí, sum tær áður hava selt av sínum útgávum.
Men í løtuni er tað ikki heimligi marknaðurin, sum plátufelagið hjá teimum hugsar mest um. Tvær ferðir til Onglands í november og desember mánaði í fjør vóru lovandi. Stórur áhugi var fyri føroysku Rannvu og donsku Rebeccu, og bæði fjølmiðlar og altjóða deildin hjá EMI halda seg síggja møguligar stjørnur í teimum báðum gentunum.
- Vit kunnu sjálvsagt ikki fáa nøkur lyfti um, at tær fara at klára seg væl í Onglandi, men plátufelagið heldur, at tær hava møguleikan fyri at fáa eitt veruligt gjøgnumbrot á bretska marknaðinum, sigur Anni Joensen.
Gera vart við seg í London
Tað verður sangurin, sum punkfriseraði Limahl gjørdi kendan í áttati árunum, sum skal slóða fyri einum gjøgnumbroti í Onglandi. Sangurin Neverending Story verður givin út sum stakfløga 17. februar, og higartil hevur áhugin fyri júst hesum sangi verið stórur á ávísum sjónvarps- og útvarpsstøðum í Onglandi.
Fløgan, sum Creamy skal geva út í Onglandi, er tann sama, sum tær góvu út í Danmark fyri einum ári síðani. Hendan fløgan er meira tannáringa poppur enn barnatónleikur, og fløgan verður mett at hava eginleikarnar, sum skal til fyri at vinna fram uttan fyri Danmark.
Áðrenn stakfløgan verður latin sølubúðunum fara Rannvá og Rebecca at gera vart við seg í Onglandi. Tær skulu verða fýra dagar í London, og har skulu tær hitta ensku pressuna. Tær skulu gera samrøður, vitja útvarpsstøðir og framføra í sjónvarpi.
- Hvussu framtíðin hjá Creamy verður veldst nú alt um, hvussu tað fer at ganga í útlandinum. Um tað ikki ber til at fáa eitt gjøgnumbrot í Onglandi, so er stóri spurningurin, hvat bólkurin síðani fer at takast við, sigur Anni Joensen, mamma Rannvá.
Um Neverending Story og hinir sangirnir á fløguni fella væl í oyruni á ungdóminum á bretska meginlandinum, so verður søgan um Rannvá og Rebeccu kanska ein ævintýrsøga uttan enda.