CREAMY ? EITT FYRIBRIGDI Í DONSKUM TÓNLEIKI

FLØGA Rannvá og Rebekka leggja barnasangirnar á hillina. Nú eru tær 14

 

Ein summardag í fjør komu tvær gentir inn á gólvið hjá plátufelagnum

RecArt Music, ógvuliga smædnar. Hóast hetta, vildu tær hitta stjóran, her

og nú. Tær høvdu nakrar sangir, sum hann skuldi hoyra. Saman við

framleiðarunum "Darwich & Garcia" høvdu tær fest á band fimm sangir. Hetta

vóru sangir, sum vóru ógvuliga vælumtóktir millum børn - "Æblemand" var

ein teirra. Stjórin í plátufelagnum ? sum aldri áður hevði havt vitjan av

so ungum stjørnum ? var upp í loft beinanvegin. Innan eitt samdøgur var

ummliðið høvdu tær báðar genturnar ein plátusáttmála. Nú byrjaði eitt

spennandi ævintýr, har høvuðsinnihaldið er at Creamy eftir einans fýra

mánaðum kundi breggja sær av at verða ársins mest selda fløga í Danmark,

og at tær báðar Rannvá og Rebekka fingu eina Grammy-virðisløn fyri ársins

bestu barnaútgávu. Creamy er yngsta navn, ið nakrantíð hevur fingið hesa

virðisløn.


Restin er søga, sum tey plaga at siga úti í stóru verð. Men tó, Creamy ?

tað er Rannvá og Rebekka ? halda á. Eftir metsølu av fyrstu fløguni, vóru

tær at hoyra víða hvar í summar, tá tilsamans 700.000 áskoðarar hoyrdu

tær. Millum annað á sonevndu "Grønu koncertunum" og tiltakinum "Åh Abe".


Creamy er higartil best eydnaða tiltak av sínum slag, um ein kann nevna

hetta eitt tiltak. Og kanska er tað ikki so løgið. Teirra útstráling,

scenuapearance og image sum tey siga í bransjuni, og røddir teirra eru

nakað heilt fyri seg. Teirra framførsla á palli er á altjóða støði, sum

eisini kundi staðfestast í sjónvarpssendingini "Musikbutikken" hjá Keld

Heick síðsta leygarkvøld á DR1. Eftir ætlan sendir Sjónvarp Føroya júst

hesa sending við Creamy í kvøld.


Men kann ein blíva við at syngja barnasangir? Báðar genturnar í Creamy eru

nú 14 ár. Stóri áhoyraraskarin fyrst og fremst í Danmark, men eisini her

heima, bíðar ótolin eftir nýggjum sangum. Og fyrradagin bragdaði. Tá kom

nýggja fløgan "We got the time". Jú, tolin trívst. Í staðin fyri at velja

hin løttu og kanska mesta uppløgdu leiðina ? nevniliga at geva út

"Børnehits 2" ? hava tær báðar í Creamy og fólkini kring tær, í staðin

valt at spæla inn 10 heilt nýggjar og upprunaligar sangir, sum eru á

enskum. Umframt hesar 10 sangir, sum eru skrivaðir til hesa útgávu, eru 2

aðrir og áður kendir sangir tiknir við. Sonevndar "cover-versiónir". Tað

snýr seg um Walkers-klassikaran hjá Torben Lendager "Little Kitty" og

sangin "Never Ending Story", sum Limahl sang í filminum við sama navni.

Hesin filmur bygdi á søguna hjá Michael Ende. Og nú vit eru við filmin, so

er komin nýggjur teknifilmur, har Creamy ger vart við seg. Har syngja tær

báðar titulsangin "Help, I?m A Fish", sum júst er ein av sangunum á nýggju

fløguni.

Sum stakfløga er hann longu seldur í 15.000 eintøkum. Filmurin, sum á

donskum nevnist "Hjælp, jeg er en fisk" fær góð ummæli og verður í hesum

døgum sýndur í fleiri londum. Tá Rannvá og Rebekka høvdu sungið henda

sangin, gjørdu tær av, at nýggja fløga teirra skuldi haldast í sama stíli.

Tískil eru allir barnasangir nú lagdir á hillina. ? Vit eru jú 14, sum tær

siga.


Stílurin á nýggju fløguni er Happy Dance. Soleiðis. Right on. Sangirnir

eru fyristílaðir av ymsum kendum fólkum so sum Hartman & Langhoff, kendir

frá bólkinum Aqua, Hitsville, sum er eitt kent navn, tengt afturat A-Teens

og so Dean, ið er kendur frá Me & My.


Nýggju sangirnir frá Creamy eru útvarpsvinarligir "oyrahangarar" tey rópa.

Sangir, sum fanga og sum allarhelst verða at hoyra víða hvar. So nú rópa

tær báðar Rannvá og Rebekka í Creamy varskó. Vit koma í oyrini á tykkum -

og har verða vit hangandi!