Creamy við stórum »showi«

Leygardagin verður konsert við Creamy í Runavík, og talan verður um eina framførslu av teimum heilt stóru. Sunnudagin hevði Creamy ta fyrstu royndarsýningina av tí nýggju framførsluni, og eftir øllum at døma ein stórsligin framførsla

 

?Det bliver en totaloplevelse, som I aldrig har set før?, sigur Andreas Mathews, sum er umboðsmaður hjá Creamy, um konsertina.

Við sær úr Danmark hevur Creamy eitt stórt ferðalag, sum skal syrgja fyri øllum tí praktiska á konsertini. Hesuferð taka tær alla útgerðina, sum tær skulu nýta, við sær úr Danmark. Seinast Creamy hevði konsert í Føroyum, høvdu tær hinvegin næstan onga útgerð við sær. Talan verður um flottastu framførsluna, sum er at síggja í Danmark í løtuni.

Andeas sigur, at áskoðararnir verða tiknir við á eina ævintýrferð á konsertini, og tí hava tey valt at taka alla útgerðina, sum skal nýtast at skapa pallmyndina, við upp úr Danmark.


Presenterað í gávu

Creamy verður presenterað við, at ein stórur gávupakki kemur fram á pallin, og úr pakkanum trína Rannva og Rebekka. Av tí at konsertin ber brá av einum ævintýri, so verður lagt fyri við sanginum ?Never Ending Story? av seinastu fløguni hjá Creamy.

Tað hendir allatíðina okkurt á pallinum undir konsertini. Á pallinum verða rumdarskip, jákupskeljar og eitt hús, sum øll sjálvandi eru risastór.

Ljósið á pallinum verður eisini bergtakandi, frætta við úr Danmark. 20 skannarar og eini 70 ymiskar lampur umframt nógv lasaraljós fara at seta dám á konsertina. Eisini verður frýverkarí.

Sangirnar á konsertini verða fyrst og fremst av tí nýggjastu fløguni, meðan tær eisini fara at tríva í nakrar av gomlu sangunum. Tær fara eisini at syngja okkurt lag á føroyskum, sum tær hava givið út í Føroyum.

Á pallinum verða ein trummusláari, ein spælir á keyboard, seks dansarar umframt tær báðar Rannvu og Rebekku, sum syngja.

Føroyingurin Bjarni Rubek Nielsen var á konsertini hjá Creamy í Greve sunnudagin, og hann segði, at talan er um eitt avbera flott show, og at genturnar vórðu klappaðar uppaftur eftir tann seinasta sangin.

Umboðsmaðurin hjá Creamy sigur, at møguleiki verður eisini at ogna sær ymiskar Creamy-vørur so sum troyggju, keppar o.a.

Tað gongur væl at selja atgongumerkini, og nú er skjótt útselt. Um fullsett verður til konsertina, so er møguleiki fyri at ein eykakonsert verður í Havn dagin eftir.

Creamy hevur selt 350.000 fløgur tilsamans í hálvtannað ár.