Vísindalig kanning av føroyskum børnum vísir niðursett andevni móti difteritis og stívkrampa.
Sambært einari føroyskari kanning, sum verður almannakunngjørd í dag í vísindaliga tíðarritinum Environmental Health Perspectives, hava børn, sum tíðliga í lívinum eru fyri PCB (polychloreraðum biphenylum), skerda andevnisgerð, tá koppað verður móti difteritis og stívkrampa. Úrslitið bendir á, at er ein fyri PCB tey fyrstu liviárini, kann hetta minka evnini hjá kroppinum at verja seg móti smittu seinni í lívinum, tí tey fyrstu liviárini eru sera týdningarmikil fyri menningina av immunskipanini.
PCBs eru dálkingarevni, sum bert spakuliga verða niðurbrotin í náttúruni og hava tey tí langtíðarárin á umhvørvið. Hóast PCB varð bannað í 1979, finnist tað enn víða í umhvørvinum, eisini í høvunum. Føroyingar hava fingið rættiliga nógv PCB í seg, tí vit eta spik og aðra dálkaða sjófiti.
Tær vanligu barnakoppsetingarnar geva okkum eitt gott høvi at kanna, hvussu immunverjan svarar, tá hon verður stimulerað við koppingarevnum.
Grundarlagið fyri niðurstøðuna í hesum tíðindarskrivi er ein kanning gjørd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu millum 1999 og 2001, har 587 børn luttóku. Mammurnar lótu blóðroyndir í viðgongutíðini og móðurmjólk 4 til 5 dagar aftan á føðingina. Børn vórðu koppsett móti difteritis og stívkrampa 3, 5 og 12 mánaðargomul og so aftur sum 5 ára gomul.
Blóðroyndir vórðu tiknar av 116 børnum sum 18 mánaðargomul og av øllum børnum áðrenn og aftan á koppseting í 5 ára aldri og tá tey vóru 7 ár. Royndirnar frá mammunum vórðu analyseraðar fyri innihald av PCB, meðan royndirnar frá børnunum vóru kannaðar fyri bæði PCB og andevni.
Høgt PCB innihald, serliga hjá 18 mánaðargomlum børnum, varð tengt at lágum innihaldi av andevnum móti difteritis og stívkrampa í 5 og 7 ára aldri. Í nøkrum førum var innihaldið av andevnisnøgdunum hjá børnunum lægri enn tað sum krevst til at verja kroppin móti hesum báðum sjúkunum.
Førleikin hjá immunskipanini at verja seg móti fremmandum organismum verður mentur í barnaárunum. Hesin førleikin verður skerdur av PCB, og tað er tí hugsandi, at hetta kann hava aðrar sjúkuavleiðingar við sær enn tær nevndu. Hesi úrslit kunnu eisini vera galdandi fyri onnur kemisk evni í umhvørvinum
Greinin er tøk ókeypis á
TRÝST HER