Dómadagur í Vágum

Sjálvt veðrið spældi við, tá Vágamenn og FS Vágar-B71 2-1 (1-0):

Sandoyingar spældu helst týdningarmesta dystin á árinum fyri teirra viðkomandi. Úrslitið gjørdist ein heimasigur, og nógv bendir nú á, at sandoyingar noyðast niður í aðru deild komandi kappingarár

 

Fótbóltur


Lagnudystur mundi vera nærmasta orða, tá FS Vágar og B71 fóru á vøllin í Miðvági leygaradgin. Hvørgin parturin hevur havt nakran serliga blíðan byrð hetta kappingarárið, og fyri líka sum at undirstrika hetta, høvdu veðurgudarnir gjørt av at spæla við í spælinum hendan dagin.

Ófantaliga veðrið við nógvum vindi og oysandi regni boðaði longu undan dystinum frá, at tað so avgjørt ikki vórðu fótbóltsligur dygdirnar, sum skuldi setast í hásætið, um talan skuldi gerast um trý stig hendan dagin. Heldur tóktist tað vera soleiðis, at viljin at vinna - bæði á mótstøðuni og regninum - fór at gerast avgerandi faktorurin.


Skelkaðir sandoyingar

Sum kunngt var talan um dyst millum tey bæði niðastu liðini í deildini. Sandoyingar høvdu undan dystinum eitt stig meira, og tí vóru tað teir, sum best kundu liva við einum javnleiki, tó at trý stig sjálvandi vóru ynskjandi.

Vágamenn hinvegin vóru greiðir um, at ein javnleikur ikki kundi nýtast nógv annað enn at halda stantum, og við vissuni um hetta løgdu teir í krovið á gestunum, beint sum dysturin byrjaði.

Sandoyingar tóktust ikki sørt skelkaðir av ógvusligu byrjanini hjá vertunum, og fyrstu løtuna skolaðu álopini oman móti Waldemar Nowicki í málinum. Hann hevur í nógv ár verið mettur sum ein hin besti málverjin í landinum, og tað var eisini skjótt, at hann varð noyddur at vísa síni kynstur. Fleiri góðar bjargingar vóru at síggja, men tá heimaliðið so legði seg á odda, var pólverski málverjin fullkomuliga prísgivin.

Úr vinstru sendu teir á heimaliðnum ein høgan bólt inn fyri málið. Bólturin hevði sum so kós móti handaru stong, og at síggja til var eingin vandi á ferð. Waldemar stóð einsamallur í málteiginum, og hevði longu flutt seg yvir til stongina, tá Jógvan Jón Petersen royndi at skalla bóltin útfrá. Úrslitið av misskiljingini gjørdist, at Jógvan Jón í einum bleytum boga stútaði bóltin at kalla mitt í málið, og smílini á vágamonnum vóru sjónligt, tá teir kundu staðfesta, at gestirnir soleiðis høvdu hjálpt teimum at basa Waldemar.


Kundu økt

Hóast teir nú vóru aftanfyri, so tóktist málið á ongan hátt at hava vakt gestirnar. Teir vóru framvegis alt ov dólskir í nærdystunum úti á vøllinum. Skipað samanspæl var millum lítið og einki, og tað var tí sera rár hending, at teir yvir høvur hóttu málið hjá Arturast Ramoskas.

Vágamenn hinvegin tóktust bara at ressast enn meira eftir málið. Hóast líkindini so avgjørt ikki vóru av teimum bestu, so royndu teir í løtum at spæla seg oman gjøgnum síðurnar, og meira enn ta einu ferðina var eisini um reppið, at enn eitt mál spurdist burturúr. Bernhard Petersen mátti ta einu ferðina bjarga inni á strikuni, og í einum tveimum øðrum førum var tað at kalla ótrúligt, at Waldemar onkursvegna fekk blokerað fyri atsóknunum.


Hamskift í seinna

Kári Reynheim hevði helst havt teir heilt stóru bókstavarnir frammi í hálvleikinum, tí B71 var ikki at kenna aftur, tá teir komu út aftur til seinna umfarið.

Vágamenn royndu framhaldandi at halda fast um sítt spæl, men nú vunnu gestirnir minst líka nógvar nærdystir, og tá vindurin so eisini streyk oman móti vágamálinum, fingu sandoyingarnir sett eitt hampuligt trýst oman móti málinum.

Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at okkurt munagott skuldi spyrjast burturúr, men antin vóru gestirnir ov óneyvir í avgerandi løtunum, ella kom ein vágafótur ella -høvd fyri, beint áðrenn seinasta skotið skuldi latast av.

Sandoyingar royndu at økja um trýstið. Verjan og miðvøllurin í felag trýstu alt longur niðan, og so hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Ein heldur tilvildarligur bóltur endaði hjá Birgiri Joensen. Stórur og sterkur, sum hann er, vann hann fyrst nærdyst við verjuleikara hjá sandoyingum, og við einum dómadagsskoti sendi hann av brotsteigarmarkinum bóltin í meskarnar.


Høvdu ikki neyvleikan

Nú stóð nógv á hjá sandoyingum. Teir vistu, at tilveran í bestu deildini møguliga stóð og fall við útfallið av júst hesum dystinum, og meðan vágamenn løgdust at lúra eftir kontramøguleikum, søktu sandoyingar alt meira oman móti málinum.

Fleiri ferðir var um reppið, at hol fekst á, og eitt korter fyri leiklok brast fyri nev. Kári Reynheim skeyt í fyrstu atløgu frísparksroynd í múrin, men eingin tóktist varnast Bjørn Thorsteinsson, sum stóð púra leysur, og við einum góðum diagonalskoti gav hann sandoyingum eina lítla vón.

Dramatikkurin var soleiðis avgjørt til staðar seinasta korterið. Sandoyingar høvdu fleiri heilt góðar møguleikar, og einar tvær ferðir máttu teir á heimaliðnum prísa seg lukkuliga, men hinvegin kundu vágamenn eisini avgjørt eisini avgjørt alt, tá Sonni Johansen onkursvegna sveiggjaði beinið upp um bóltin í fríari skotstøðu.

Hvussu var og ikki, so endaði dysturin við heimasigri, og fyri fyrstu ferð í ár máttu sandoyingar soleiðis niður á botnsessin.


Sær svart út

At sandoyingar eru at finna á niðasta sessinum, er í sjálvum sær kanska ikki nøkur katastrofa. Tað hava teir roynt áður, og teir hava eisini áður lívbjargað sær. Støðan hesa ferð tykist tó at vera eitt sindur meira álvarslig. Liðið hevur heilt greitt torførastu skránna av niðaru staddu liðunum, og tí kann væl vera, at tapið leygardagin í veruleikanum var mønustingurin hjá B71. Eisini hóast seks umfør enn eru eftir at spæla.

Vágamenn hava at kalla alt árið verið mettir sum fremstu dumpikandidatarnir, men við sigrinum hesa ferð flutta teir so ivasama heiðurin suður á Sand. Uppskriftin var meira enn nakað annað viljin til at bjarag sær. Ein vilji, sum hevur verið sjónskur, síðani nýggja venjaraparið tók við í vár, og teir báðir eiga tí uttan iva stóran heiður av avrikunum hjá vágamonnunum.

Venjararnir sjálvir gera tað tó ikki einsamallir. Síðani FSV náddi absolutta botnin við 0-15 tapinum í Havn, hevur gingið støðugt ? um enn spakuliga ? fram á hjá liðnum, og tað tænir eisini leikarunum til rós, at teir ongan tíð eru falnir í fátt, hóast uppgávan hevur sæð møtumikil út. Áhaldandi hava teir roynt at stríðst fyri felags málinum, og hetta sær nú loksins út til at hava givið úrslit.


Dysturin í tølum:

FS Vágar-B71 2-1 (1-0)

1-0: sjálvmál, 21.

2-0: Birgir Joensen, 66.

2-1: Bjrøn Thorsteinsson, 79.


Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)


FS Vágar: Arturas Ramoskas ? Vladlens Osipovs, Jógvan Hendrik Samuelsen, Poul H. Thomsen ? Kim Pooulsen, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Birgir Joensen, Jack Johansen ? Jákup Joensen, Sonny Johansen

B71: Waldemar Nowicki ? Bjørn Thorsteinsson, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen ? Svenning W. Hansen, Peter Ritter, Jón Brekku, Símun Hansen, Hans Jørgen Djurhuus ? Eli Hentze, Kári Reynheim