Dømd fyri óviljað manndráp

Ein ung kvinna er dømd 10 mánaðar fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp, tí hon fyri einum ári síðan koyrdi so fyrilitaleyst við Sandvíkarhjalla, at tvey fólk doyðu Vitni greiddu í rættinum frá, at kvinnan hevði koyrt skjótt og fyrilitaleyst. Fyrst yvirhálaði hon ein bil høgrumegin við Hvítanes, og við Sandvíkarhjalla yvirhálaði hon við nógvari ferð uttan stórvegis útsýni.

Tá rendi hon á ein bil, sum kom koyrandi suðureftir. Eini eldri hjún, sum vóru í hesum bilinum, doyðu.

-Koyringin var serliga vandamikil og fyrilitaleys, og avleiðingin má speglast í dóminum, segði dómarin, tá dómurin fall fyrrapartin. Kvinnan fekk 10 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing, hon missir koyrikortið í seks ár, og hon skal eisini rinda sakarmálkostnaðin.