Dómstólarnir eru óheftir

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, vil ikki gera viðmerkingar til, at hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik sambært einari nýggjari frágreiðing ikki er egnaður til fongsulsrevsing.

Blaðið Aftenposten skrivar, at fleiri hava biðið forsætisráðharran um viðmerking til frágreiðingina, men at hann sigur nei við teirri grundgeving, at skottið millum tað politiska valdið og dómsvaldið er ein av hornasteinunum í einum rættarsamfelagi.

-Vit eiga at vera fegin um at búgva í einum landi, har tað ikki eru politikararnir, sum gera av, hvør skal ákærast, og hvørja revsing tey fáa, sigur Jens Stoltenberg.

Spurdur, hvat hann hugsaði, tá hann frætti niðurstøðuna í frágreiðingini, svaraði Stoltenberg, at hansara meining hevur einki við málið at gera.