Tað er ikki bara Ukraina, sum skal fáa váttanir um sína trygd í friðaravtalu við Russland - Russland hevur eisini brúk fyri trúverdugum trygdarváttanum.
Soleiðis verður sagt í kvøld í einum uppslagi á sosiala miðlinum X frá russiska sendimanninum Mikhail Ulyanov.
Hann er sendimaður hjá Russlandi fyri altjóða felagsskapir í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.
- Nógvir leiðarar í ES-londunum leggja dent á, at ein framtíðar friðaravtala skal geva Ukraina trúverdigar trygdarváttanir. Hesum tekur Russland undir við. Men tað (Russland, red.) hevur eins stóran rætt til at vænta, at Russland eisini fær veruligar trygdarváttanir, skrivar hann.
- Tað sigur seg sjálvt, at slíkar trygdarváttanir hava brúk fyri at vera nógv meira trúverdigar enn tey illgitnu lyftini frá 1990 um, at "NATO fór ikki at flyta seg eitt sindur eystureftir", heldur sendiharrin fram.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fleiri ferðir sagt, at Russland varð svikið av vesturheiminum í kjalarvørrinum av kalda krígnum.
Her varð Warszawa-sáttmálin upploystur, meðan NATO flutti seg eystureftir og seinni tók baltisku londini sum limir, ið einaferð vóru partur av Sovjetsamveldinum.
/Ritzau/