Higartil í ár hava sørvágsdreingir umborð á Dúgvuni verið ógvuliga knáir í barnaróðrinum.
Undan fjarðastevnu, sum í dag er í Vestmanna, hevði Dúgvan vunnið allar róðrarnar. Og dreingirnir úr Sørvági umborð á Dúgvuni vóru aftur í dag bestir.
Meðan teir onkra av undanfarnu ferðunum hava vunnið trivaligar sigrar, so leyp lítið av ídag.
Falkur úr Hósvík bjóðaði Dúgvuni av, endaspurturin var ógvuliga tættur, og tað var um reppið, at tað eydnaðist hjá hósvíkingum at vinna.
Men Dúgvan var eitt vet undan Falkinum. Tað vóru bara hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um sigurin.
Tistil endaði á bronsuplássinum – meiri enn eina bátslongd aftanfyri Falkin – og Sævarmoy var nummar fýra – eina knappa bátslongd aftanfyri Tistil av Tvøroyri.
1 | Dúgvan | 02:35.26 |
2 | Falkur | 02:35.33 |
3 | Tistil | 02:39.00 |
4 | Sævarmoy | 02:41.03 |
5 | Títlingur | 02:44.11 |
6 | Kollur | 02:44.28 |
7 | Ternan | 02:44.42 |
8 | Súlan | 02:45.46 |
9 | Frúgvin | 02:47.45 |
10 | Fiskurin | 02:49.20 |
1 | Dúgvan | 35 |
2 | Falkur | 30 |
3 | Sævarmoy | 20 |
4 | Tistil | 19 |
5 | Títlingur | 14 |
6 | Kollur | 8 |
7 | Súlan | 7 |
rsf.fo