Kendi norski rithøvundurin, Dag Solstad, er deyður, 83 ára gamal. Tað upplýsir familjan hjá honum yvirfyri norska Dagbladet í morgun.
- Hann doyði fríggjakvøldið av hjartasteðgi eftir stutta sjúkralegu á sjúkrahúsi við konu síni, Therese Bjørneboe, við sína lið, veit heimasíðan at siga.
Dagbladet sigur, at Dag Solstad var ein av mest markantu rithøvundunum og persónligheitunum í Noregi.
- Tað er ómøguligt at lýsa norska bókmentan uttan at nevna Dag Solstad.
Sagt verður, at hansara bøkur hava bergtikið lesarar seinastu seksti árini, og hann var ein rithøvundur, sum ikki stóð í stað.
Forlagsstjórin, Ingeri Engelstad, sigur í telduposti til Dagblaðið soleiðis um Dag Solstad:
- Hann setti síni fingramerki á norskar bókmentir, og hann var eitt "kraftsentrum" fyri forlagið. Hann verður nógv saknaður.
Dag Solstad gav sína fyrstu bók út í 1965, bert 24 ára gamal, og hansara bøkur eru umsettar til 40 ymisk mál.
Her er meira at lesa um norska rithøvundan - https://www.dagbladet.no/bok/dag-solstad-er-dod/82830677