Dagsins Jólalag: Føgur er Foldin

Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.

 

Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.

 

Nú er longu triðji sunnudagur í advent og einans ein vika til jólaaftan. 

 

Dagsins jólalag er av teimum heilt gomlu. B. S. Ingemann skrivaði orðini í 1850 og setti tey til eitt slesiskt fólkasálmalag, sum varð niðurskrivað í 1842.

 

Bernhard Severin Ingemann gav sanginum heitið Pílagrímssangur, og varð hann fyrstu tíðina, og fyri so vítt enn í dag, ofta sungin til jarðarferðir, millum annað jarðarferðina hjá B. S. Ingemann sjálvum.

 

Upprunaliga týski sálmurin byrjar við orðunum Schönster Herr Jesu, men Ingemann niðurtónaði andaliga boðskapin nakað í síni yrking.

 

Jákup Dahl hevur týtt sangin til føroyskt.

 

Her hoyra vit Álv F. Christiansen og Judith B. Royðutoft, úr samkomuni Kelduni, syngja sangin.

 

Jólasangkalendarin:

16. desembur – Myrkablátt – Greta Svabo Bech 

15. desembur – Kennir tú hesa tíð – Beinir

14. desembur – Eg róu upp sá http://www.in.fo/news-detail/dagsins-jolalag-eg-rosu-upp-sa-naela/næla – Vágs manskór

13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen

12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni

11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen

10. desembur – Eg eri jólamaðurin – Vestmenn 

9. desembur – Góði jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum

8. desembur – Mary did you know – Victoria á Lakjuni

7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen

6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris

5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex

4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur

3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.

2. desembur – Jólanætur – Danny & the Veetos

1. desembur – Koyr okkurt í mína hosu – Elis Poulsen