Landskappingin er so spennandi sum ongantíð fyrr. Undan umfarinum mikukvøldið var afturúr siglt, men við í dag eru teir bara fýra stig frá fimta plássinum. Tað merkir samstundis, at HB, KÍ og B68 aftur eru í niðurflytingarvanda, saman við 07 Vestur. Seinasti seymurin er negldur í B71 kistuna, sum flytur niður.
Í oddinum er einki broytt, tí B36, Víkingur og EB/Streymur vunnu sínar dystir. Onkur meiri sannførandi enn annar, men øll fingu fult.
Um reppi at B71 javnaði
– Hetta var heilt fantastisk, soleiðis tekur Karl Løkin til eftir dystin. ÍF var á odda 3-0 stutt inn í seinna hálvleik við málum sum Karl Løkin, Nenad Saric og Chris Moumaife skoraðu, men B71 var um reppið at javna í evstu løtu.
– Tað tykist sum vit blíva bangir, tí tað er so langt síðani vit hava vunnið. Tað blívur eitt sindur panikk kent hjá okkum og Jákup Mikkelsen ger ein týdningarmikla bjargin móti endanum, sigur Karl Løkin víðari.
Langt síðani seinast
Seinast ÍF vann ein dyst var somuleiðis seinast teir skoraðu trý mál í sama dysti, nemmiliga tann 26. Juni á Fløtugerði móti B68. Felags fyri báðar dystirnar er, at Chris Moumaife var við. Hann hevur bara ein dyst síðani tann dystin og fram til mikukvøldið. Tað var í 1-1 javnleikinum móti NSÍ. Chris Moumaife spældi ein tíma mikukvøldið og øll málini komu meðan hann var á vøllinum.
Seinasta tokið hjá B71 farið
Hetta var seinasta útkall hjá B71 og tað váttaði Thomas Hans Rubeksen eisini. – Vit tosaðu um tað áðrenn dystin, at hetta var seinasta útkall hjá okkum. Vit spæla sjálvandi fyri tí lítla møguleikanum vit hava, segði Thomas Hans eftir dystin.
Gudmund Nielsen og Thomas Hans minkaðu um munin fyri B71 og tað var um reppið, at Gudmund eisini javnaði.
– Gudmund hevur ein flúktara á fimm metrinum, men Jákup Mikkelsen var sum ein 15-ára gamal unglingi og fekk vart fyri, forklárar Thomas Hans.
Thomas Hans hevur eisini eina forkláring upp á hví B71 kom so væl við í dystin móti endanum. – Vit eru eitt sindir bangnir í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skíta vit bara á tað og koyra. Tað skuldi vit havt gjørt allan dystin, sigur Thomas Hans at enda.
Ein slingur í valsinum
Tað var ongin slingurin í valsinum, tá oddaliðið vitjani í Klaksvík. B36 vann ein greiðan 3-0 sigur á KÍ, sum bara í løtum megnaði at hótta árstalsfelagið úr Havn.
Fyrstu tjúgu minuttirnir hendi lítið. KÍ lá langt aftur á vøllinum, meðan B36 ikki megnaði at finna nøkur hol í verjuni hjá vertinum. Tí skuldi okkurt serligt til fyri at fáa hol á. Aftaná tjúgi minuttir fekk B36 fríspark stutt frammanfyri miðjuna. Súni Olsen tók KÍ verjuna á bóli, tá hann tók tað skjótt fram til Jákup á Borg, ið var klárur at taka ímóti í KÍ brotsteiginum. Jákup vedi sær á og skoraði.
– Vit høvdu lagt merki til, at KÍ leikararnir til tíðir eru ókonsentreraðir, eisini í samband við deyðbóltar. Tað gjørdu vit okkum dælt av í dag, sigur John Petersen, hjálparvenjari hjá B36.
Stutt inn í seinna hálvleiki fór Lukasz Cieslewicz um koll í KÍ brotsteiginum. Jákup á Borg umsetti úr ellivu metrum.
KÍ tekur ikki av
Eina løtu í seinna hálvleiki hevði KÍ onkra roynd á málið hjá B36, men Meinhard Joensen bjargaði tá á stóð. – Hetta var eitt tað lækasta avrikið hjá okkum, men eg má rósa B36, sum eg meti verða favorittar til FM heitið, men at tapa 3-0 er ov nógv á heimavølli, segði Hjalgrím Elttør eftir dystin.
Í hinum endanum tók Súni Olsen av, tá Róaldur Jacobsen fangaði bóltin í KÍ uppspælinum og spældi Súna leysan. Hann snýtti fyrst ein KÍ verjuleikara og avgjørdi so dystin við høgra beinis skoti.
B36 var greitt omaná, men hevði KÍ tikið av møguleikanum, so kundi spenningur verið í til tað seinasta.
Greiddu sína skyldu
Víkingur greiddi sína skyldu móti B68 í Sarpugerði. Longu aftaná tíggju minuttir legði Atli Gregersen Víking á odda. Eitt korter áðrenn hálvleik traðkaði landsliðsfelagin hjá Alta, Finnur Justinussen til. Fyrst økti hann til 2-0 og fimm minuttir seinni gjørdi hann tað til 3-0 og avgjørdi mest sum dystin.
Í seinna hálvleiki fullførdi Finnur Justinussen hattrickið, tá hann fyri triðju ferð upp í slag skoraði. Reint hattrick upp á 28 minuttir. André Olsen minkaði um munin evstu løtu við góðum máli.
Víkingur hevur í ár vunnið allar dystirnar móti B68. Somuleiðis heldur felagsliðið fram við at elta B36 í oddinum.
Hendingaríkt í Gundadali
Tann hendingaríkasti dysturin var uttan iva í Gundadali. HB var á odda, men í evstu løtu avgjørdi Daniel Udsen við góðum máli dystin til fyrimuns fyri gestirnar úr Sundalagnum. HB stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingarstríðnum, meðan EB/Streymur skal vinna at kalla allar sínar dystir, um teir ætla sær at hava nakran møguleika at vinna FM heitið.
Tí kom tað eitt sindur óvart á, tá HB eftir ein tíma legði seg á odda 3-2 við tveimum skjótum málum. Ungi Tróndur Jensen skoraði á øðrum sinni í bestu deildini, meðan Hendrik Rubeksen legði HB á odda.
Fegnir B36’arar
Tá boðini komu úr hoytalarinum í Klaksvík, at HB var á odda fegnaðust B36 viðhaldsfólk, sum hevði B36 skorað mál. Tað er heldur sjálvsamt, at HB og B36 fegnast um málini hjá hvørjum øðrum.
EB/Streymur hevur tó ongan hug at yvirgeva seg í FM stríðnum og fyrst javnaði Arnbjørn T. Hansen, áðrenn Daniel Udsen skoraði avgerandi málið, eftir langa sending frá Gert Hansen.
– Hatta er ikki tað flottasta málið eg havi skotið, men nokk tað tydningarmiklasta, segði Daniel Udsen eftir dystin.
Stór framgongd hóast tap
Hóast 07 Vestur tapti í Runavík, so er talan um stóra framgongd síðani teir seinast vóru í Runavík. Tá 07 Vestur heili 9-0. Hesa ferð taptu teir 1-0 og tað gevur eisini null stig, men sær nógv betri út enn hitt.
U-21 landsliðsleikarin, Klæmint A. Olsen, skoraði einsamalla málið í dystinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Klæmint hevur nú skotið 14 mál í ár.
Við sigrinum hevur NSÍ lagt nógvan sjógv millum seg og B68, sum eina løtu tóktist vilja hava fatur á fjórða plássinum. Nú eru níggju stig millum grannarnar báðar.
Komandi uppgerðin hjá 07 Vestur hevur stóran týdning fyri um 07 Vestur bjargar sær í landskappingini í ár. Teir fáa vitjan av B71, sum nú er flutt niður, um ikki okkurt ótrúligt hendir.
Góðir framherjar í Føroyum
Við trimum málum móti B68 er Finnur Justinussen nú einsamallur toppskorari í føroysku landskappingini. Hann hevur skotið 16 mál og tað eru tvey fleiri enn Klæmint A. Olsen, sum er næstur honum við 14 málum. Tíðin tá føroyskur fótbóltur tóktist mangla veruligar framherjar er farin, tí við Finni Justinussen, Klæminti A. Olsen og Arnbjørn T. Hansen, sum hava skotið ávíkavist 16, 14 og 13 mál, hevur føroyskur fótbóltur fleiri góðar »gammel dags« framherjar.