Dagurin eitur Lukas

18. oktober. Lukas. Evangelistur og ápostlasøguskrivari. Halgisøgan sigur, at hann eisini var listamálari og málaði eina mynd av Mariu Moy. Eisini verður sagt, at hann doyði friðarliga 84 ára gamal.

 

Navnið er grikst og merkir maður úr Suðuritalia.

 

Av hendingum hendan dagin kunnu nevnast:

 

1660 Danmark setir í gildi einaveldi, og Fríðrikur 3. verður heiðraður sum arvakongur í Keypmannahavn á torginum framman fyri Københavns Slot, har sum Christiansborg nú er.

 

1851 Moby Dick hjá Herman Melville kemur út í London

 

1867 USA keypir Alaska frá Ruslandi fyri 7,2 milliónir dollarar. Uttanríkisráðharrin hjá USA, William H. Seward, verður hartaður fyri at hava »spilt pengarnar burtur upp á nógvan ís«

 

1898 USA yvirtekur Puerto Rico frá Spania

 

1954 Texas Instruments boðar frá fyrsta transistorradionum

 

1998 Eysturtýski leiðarin, Erich Honecker, leggur frá sær

 

1991 Aserbajdsjan lýsir seg óheft av USSR

 

2007 Benazir Bhutto vendir aftur til Pakistan eftir átta í útlegd

 

Av fólkum, sum fødd eru hendan dagin kunnu vit nevna:

 

1926 Chuck Berry, amerikanskur sangari

 

1939 Lee harve Oswald, amerikanair, sum var tikin fyri at hava myrt John F. Kennedy, men sum sjálvur varð myrdur, stutt eftir at hann varð handtikin í november í 1963.

 

1960 Jean-Claude Van Damme, belgiskur sjónleikari

 

Af fólkum, sum deyðu eru hendan dagin kunnu nevnast:

 

Thomas Edison, amerikanskur uppfinnar, sum varð førddur í 1847

 

1977 Andreas Baader, Gudrun Ensslin og Jan-Carl Raspe, øll limir í yvirgangsbólkinum Baader-Meinhof gjørdu sjálvmorð hendan dagin í fongslinum.