Daisy Sloan: - Úr dagliga resinum eina løtu

- Jólaynskið er, at vit menniskju gerast betur til at síggja hvønn annan og hava tíð at hugna okkum dagarnar fram til jóla, sigur hon

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Jólini verða hildin hjá yngru dóttrini á Argjum.

Tað sigur Daisy Sloan.

Hvat verður etið um jólini?

- Jólaaftan hava vit fylta dunnu við brúnkaðum eplum, heimagjørdum reyðkáli, salat og brúnari sós. 

Hevur tú eitt jólaynski?

- At vit menniskju eru betur til at síggja hvønn annan og hava tíð at hugna okkum dagarnar fram til jóla.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- At vit minnast Jesu føðing og lata okkum úr dagliga resinum eina løtu, sigur Daisy Sloan.