Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima hjá okkum. Saman við dóttrini og systir míni og hennara børnum. Maðurin siglur, so hann er ikki heima í ár.
Soleiðis sigur Eyð Ellingsgaard.
Hvat verður etið um jólini?
- Tað verður dunna við øllum góðum afturvið... og so sjálvandi eisini rísalamande omaná.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt størsta ynski er, at vit fáa frið á jørðini - at vit verða góð við hvønn annan, sjálvt um vit eru ymisk.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg, tí tey geva okkum frið, nærveru og samveru við familju og vinum.
Og hon leggur aftrat:
- Jólini kunnu eisini vera kensluborin, tí onkur av okkara kæru eru farin í annan heim, sigur Eyð Ellingsgaard.










