Dalglish: Reina fer ongan veg

Liverpool venjarin hevur gjørt geitt, at Manchester United og Arsenal kunnu spara sær at fiska eftir Liverpool málverjanum, José Manuel Reina. - Vit hava ein frálíkan málverja og hann fer at verða hjá okkum leingi afturat, sigur Liverpool venjarin, Kenny Dalglish.

 

José Manuel Reina fríggjaði í vikuni til Manchester United, tá hann fyrst segði, at hann vil spæla Champions League fótbólt og vil kempa um meistaraheitið. Tá hann síðani var spurdur um Manchester United, vildi hann ikki orduliga avvísa møguleikan.

 

- Her í felagnum vilja vit øll røkka Champions League. Liverpool hevur bara verið uttanfyri Champions League í eitt ár og vit vilja at spæla Champions League fótbólt aftur sum skjótast. Tað skulu allir leikararnir eisini stremba eftir, sigur Kenny Dalglish.

 

Sambært fleiri enskum miðlum, so hava Manchester United og Arsenal eyguni eftir spanska málverjanum.