Dálkaða drekkivatnið er batnað, men kókitilmælið stendur við

Herfyri boðaði Tórshavnar kommuna frá dálkaðum drekkivatni.

 

Støðan við dálkaða í drekkivatninum er batnað. Koliformar bakteriur eru framvegis í drekkivatninum á Argjum, men dálkaða økið er vorðið minni í vesturbýnum, skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.

 

Royndir verða tiknar mánadagin 20. september.

 

Kókitilmælið stendur sostatt við.

 

Hetta til nærri boð verða givin, skrivar torshavn.fo.