Dan R. Petersen nývaldur í Eysturoynni

Janvaðarflokkurin hevur fingið ein nývaldan tingmann. Hann eitur Dan R. Petersen og er úr Fuglafirði. Fuglafjørður verður annars sera væl umboðaður í nýggja tinginum. Ikki færri enn tríggir eysturoyartingmenn eru úr Fuglafirði

Eysturoyggin býtti tingmenninar soleiðis, at Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin býttu um. Javnaðarflokkurin fekk ein mann og Miðflokkurin misti ein.


Dan R. Petersen er nývaldur tingmaður umboðandi Javnaðarflokkin.

Tordur Niclasen, sum hevur umboðað Miðflokkin í tinginum, reyk.


Annars var býtið í Eysturoynni tað, at Sambandsflokkurin fekk tveir tingmenn, Afred Olsen av Toftum og Edmund Joensen av Oyri. Løgmaður mátti líða tann tort, bert at vera næstvaldi tingmaður í sínum umdømi.


Fólkaflokkurin fekk eisini en nývaldan tingmann og eitur hann Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði.


Einasti tingmaður, umframt løgmann, sum varð afturvaldur var Signar á Brúnni úr Tjóðveldisflokkinum.