Dancer in the Dark

Dancer in the Dark hjá Lars von Trier var fyri meg ein filmsuppliving av teimum betru. Hann var grípandi, spennandi og skelkandi, aftur og aftur. Hann tók tankarnar og kenslurnar við sær, og hevði næstan ov nógv av góðum tónleiki til eitt kvøld.

 

Meinhard Jensen


Filmurin er um lagnuna hjá Selmu (Björk), sum er flýdd úr Kekkia til USA. Hetta er í sekstiárunum, tá heimurin var eystur og vestur og vinstra høgra. Selma býr einsamøll í kampingvogni saman við tólv ára gamla soni sínum, og hon arbeiðir á eini verksmiðju. Um kvøldið gongur hon til dansivenjing, har hon sleppur at uppfylla ein part av sínum egna privata amerikanska dreymi, sum er at vera við í eini musical.

Selma hevur tveir grannar til vinir. Maðurin er politistur, og konan snobb. Hon heldur seg vera ríka og livir og letst sum um.

Sjálv søgugongdin kemur á glið, tá vit fáa at vita, at sjónin hjá Selmu er hótt, og hon sparir saman til eina operatión til sonin, fyri at hann kann sleppa undan at síggja so illa sum mamman. So hon goymir næstan hvørt oyra, sum kemur inn. Onkur annar fær áhuga í pengunum, og soleiðis uppstendur spenningurin.

Genra

Dancer in the Dark er settur saman av tveimum filmssløgum. Hann er ein sosialrealistiskur filmur, sum eisini er ein musical. Musicalparturin er ein gandaður dreymaheimur hjá Selmu við tónleiki frá Björk og sterkari litum enn annars. Tónleikurin egnar seg væl til hetta brúkið, tí Björk spælir eitt slag av ídnaðarpoppi, sum í nógvum ber brá av at vera framhald av ljóðunum og kenslunum í gerandisdegnum.

Sosialrealisman byggir á krøv frá vinstravonginum um, at listin skal avspegla veruleikan, sum er, at tilveran er eitt stríð millum stættirnar. Lívið hjá Selmu verður lýst sum eitt vónleysur bardagi. Stóri fíggindin er metaforiska myrkrið og amerikanska samfelagið, har arbeiðarin er tann stóri taparin.

Aftanfyri báðar genrurnar er ein roynd at skapa eina syntesu, sum ikki bert er musical og sosialrealisma, men eitt listarverk í so nógvum løgum, at tað er torført at greina.

Musicalin verður í filminum lýst sum nakað amerikanskt, meðan ein fíggindi Selmu skírir hana anti-amerikanska. Hon verður identifiserað við sosialismu. Soleiðis kemur tað amerikanska, dagdreymir og amerikanski dreymurin og musicalin at standa øðrumegin, meðan tað europeiska, sosialrealisman og arbeiðaratilveran standa hinumegin.

Filmurin diskuterar sjálvur filmsgenru, og hvat filmslistin hevur við veruleikan at gera. Søgan endar við eini viðmerking til, hvussu ting enda í veruleikanum. Tí er góð grund til at halda, at Dancer in the Dark eisini er ein filmur um forholdið millum lív og list. Spurningurin fyri hyggjaran er, sum so ofta, hvussu tað nú fer at enda. Vit ána, at tað verður antin tragedia ella eitt filmiskt undur _ antin realisma ella dreymur.

Selma

Sjálvandi er Dancer in the Dark ein góður filmur, sjálvt um tað væl ber til ikki at dáma hann. Men síggja vit burtur frá, hvat einum dámar og einum øðrum ikki, og gloyma vit filmin sum heild, so haldi eg, at hann skal síggjast fyri Selmu skuld. Lars Von Trier og Björk hava megnað at gera ein persón, sum er so nærverandi og stórur á skíggjanum, at illa ber til at sita stillur í stólinum. Björk segði, at tað tók henni tvey ár at gerast Selma og eitt ár at gerast Björk aftur. Men hon var glað, tá hon sá, hvussu góð fólk gjørdust við Selmu.

Filmurin vinnur nógv við at hava ein so nærverandi persón sum miðdepul, tí partur av temanum er, at Selma er ein klassiskur fæloysingur, sum arbeiðir á eini verksmiðju, har einstaklingurin ikki telur meir enn eitt sindur. Tað snýr seg um framleiðslu og ikki persónliga lagnu.

Dámar tær tónleikin hjá Björk, so er uppaftur ein orsøk at síggja filmin.


Skrivað og leikstjórnað: Lars Von Trier

Leikarar: Björk, Cathérine Deneuve

Tónleikur: Björk (soundtrack: Selmasongs)

Filmurin verður sýndur í Havnar Bio á Listafólkastevnuni í Føroyum í august næsta ár.