Dania O. Tausen á G! 

Hevur tú ikki hoyrt um Daniu O. Tausen hetta seinasta árið, so hevur tú búð undir einum steini.

 

Eingin mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hettar arbeiðssama fjøllistafólki av Toftum.

 

Tí er tað heldur einki løgið, at júst Dania O. Tausen hevur flest FMA tilnevningar í ár. Hon er tilnevnd tvær ferðir fyri ársins útgávu, sum einstaklingur og í Aggrasoppum, fyri ársins lag og fyri ársins myndlistarliga samleika.

 

Dania vísir í allari síni list ein serligan tokka til føroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum øll kunnu kenna seg aftur í. 

 

Vit gleða okkum at uppliva tað tú helst kanst nevna ársins listafólk, Daniu O. Tausen, á G!

 

Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, og Dania er tað fyrsta av teimum. Onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Einangran, Knút og Eivør.

 

Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi føroyskt tónleikanavn. Atgongumerkir eru til keyps á gfestival.fo