Hørður H. Askham eigur argingarrættin móti Daniel Johansen í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í dag var føroyingauppgerð, har AB við Hørði á liðnum tók ímóti Thisted við Daniel á liðnum.
AB vann dystin 2-1.
Tað var annars Daniel sum legði Thisted á odda 1-0 tá 26 minuttir vóru farnir av dystinum.
Seks minuttir undan steðginum javnaði niðurlendski, Darren Sidoel fyri AB.
Týski, Adrien Koudelka gjørdist match-vinnari fyri AB tá 72 minuttir vóru leiktir.
AB er nummar seks í deildini við 12 stigum. Thisted er nummar níggju við átta stigum.
Komandi leygardag spælir AB á útivølli móti Aarhus Fremad. Sama dag tekur Thisted ímóti FA 2000 á heimavølli.