Daniel Udsen á landsliðið

Daniel Udsen hevur føroyska ommu og kann tískil umboða Føroyar. Daniel Udsen skuldi annars við landsliðnum til Íslands fyrr í ár, men mátti geva avboð vegna skaða.

 

Av øðrum nýggjum monnum í mun til seinasta landsdyst, eru Pól Jóhannus Justinussen og Bartal Eliasen.

 

Hinvegin eru Jákup á Borg, sum er givin, Rógvi Poulsen og Karl Løkin ikki við hesaferð í mun til seinasta landsdystin í Estlandi.

 

Teir úttiknu eru hesir:

NSÍ: Bogi Løkin, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Jan Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen og Christian Høgni Jacobsen

 

HB:Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Hendrik Rubeksen og Tórður Thomsen.

 

B36: Jónas Tór Næs og Christian R. Mouritsen.

 

EB/Streymi: Daniel Udsen og Egil á Bø

 

B68:Pól Jóhannus Justinussen

 

ÍF: Bartal Eliasen

 

Newcastle United: Jóan Símun Edmundsson

 

Tranmere Rovers: Gunnar Nielsen

 

Ross County: Atli Gregersen

 

Silkeborg: Christian L. Holst