Danir happaðu Heindrik prins

Danir happaðu Heindrik prins fyri danska málið og áhugan fyri list, heldur danska menamálaráðfrúan, Mette Bock úr Liberalari Alliasu.

 

Hon skrivar á Facebook, at Heindrikur prinsur hevði eini »lukkuliga kærleikssøgu« við Margretu, men eina »ólukkuliga mentanarsøgu« við danir.

 

– Fólkinum dámdi ikki rættiliga mannin. Hann var øðrvísi. Kom úr erinum øðrum landi. Lærdi ikki rættiligt danskt, sum okkum dámar tað best. Og so hevði hann áhuga fyri vakrari list, skrivar Mette Bock.

 

– Tónleikur, skurðmyndlist, myndalist, lesnaður. Nógv løgið. Og so varð hann happaður. Og tá hann so fór at siga frá ynskinum um at varðveita egnan samelika, var heilt galið.

 

Mentamálaráðfrúan heldur at franski Henri ikki gjørdist tann danski Henrik, »sjálvt um vit noyddu hann at skrifta navn«.

 

– Nú er maðurin deyður. Og happararnir fara í dag floyma okkum við minningarorðum um hetta fantastiska menniskajð, sum var spennandi, øðrvísi, brúsandi og sín heilt egni. Hyklið fer ongan enda at fáa, skrivar Mette Bock.

 

Hon ávarar síni landsfólk um tíðarásinia at fimmti ára samlív við Heindriki prinsi, sum í 1967 giftist Margretu, sum gjørdist drotning í 1972.

 

– Vit duga tíbetur væl hetta við ævintýrum um kærleika. Okkum tørvar hinvegin at duga betur at læra um aðrar mentanir. Tað kunnu vit, um vit vilja. Og tað vilja vit. Tí tað skulu vit, skrivar Mette Bock.

 

– Eitt deiligt menniskja. Stór persónsmenska. Púrasta sín egni, skrivar mentamálaráðfrúan Mette Bock um Heindrik prins

 

/ritzau/