Hósdagin í seinastu viku helt Føroya Altjóða Skipaskráseting fund við 16 ymisk donsk reiðarí. Fundurin varð hildin á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, har Herálvur Joensen sendimaður okkara í Keypmannahavn var vertur, Sum skilst var talan um ein sera positivan fund.
- Vit hava leingi hildið, at tað er best at fara beinleiðis til reiðaríini, tí soleiðis koma vit beinleiðis í kontakt við skipini. Tað vísir seg eisini at rigga, tí reiðaríini vóru sera positiv, og nøkur vísa reellan áhuga fyri skrásetingini hjá okkum, sigur Tommy Petersen, stjóri í FAS.
Ymisk reiðarí
Tá ein tílíkur fundur verður hildin, so eru reiðaríini ójøvn í stødd.
- Tey størstu hava meiri enn 100 skip, meðan tey minstu hava eini 6-8 skip, staðfestir Tommy Petersen, sum fegnast, at áhugin í báðum bólkum var rímiligur.
- Tað eru nøkur, sum hava biðið um at fáa framløgurnar hjá okkum, so tey kunnu kanna við baklandinum, um vit kunnu bjóða eina skipan, ið virkar til teirra fyrimuns, fortelur stjórin.
Skapa álit
Tað var hósdagin, at fundurin var, og fyri at fáa eitt sindur meira tyngd í framløgurnar, so hevði FAS fýra ymiskar serfrøðingar við. Sambært Tommy Petersen vóru hesir við til at skapa álit til møguligu kundarnar.
- Í hesi vinnuni selja vit álit, og tí er tað so týdningarmikið, at vit altíð syrgja fyri at fara beinleiðis til kundan, staðfestir Tommy Petersen. Hann leggur afturat, at tað veldst um at røkta kundan so væl sum gjørligt, tí soleiðis fær mann skapt álit.
Kann skapa pening
Hóast sjálv skrásetingin ikki kastar heilt nógv av sær, so roknar Tommy Petersen við, at tað kann skapa nógv virksemi, um tað verður gjørligt at lokka fleiri kundar hendaveg.
- Tað er fyrst og fremst spinoff effektin, sum kann skapa pening. Tá skip verða skrásett í Føroyum, so kann hetta heilt skjótt hava við sær, at fleiri føroyskir yvirmenn koma umborð á skipini, at fakfólk á ymsum økjum lata tænastur í hesum sambandi og so framvegis. Tað er tann vegin, hetta kann skapa eina rímiliga mongd av umsetningi, vísir stjórin í FAS á.
Noreg tað næsta
Ætlanin er eisini at fara til onnur lond í Evropa at vísa fyrimunirnar við skipanini fram, og næsta land á leiðini verður Noreg.
- Vit fara til Noregs at hava ein líknandi fund, tí hetta vísti seg at rigga heilt væl, við at hava ein rímiliga formellan fund, staðfestir Tommy Petersen. Somuleiðis sigur stjórin í FAS, at ætlanin er at fara til onnur lond í Evropa, tí hetta er eitt konsept, sum fólkini handan skipanina trúgva uppá.
Hóast onki ítøkiligt úrslit er komið enn, so vísir Tommy Petersen á, at hann er bjartskygdur, og at nakrar kontaktir eru skaptar, sum skulu røkjast væl komandi tíðina. Tí tá kunnu veruligu úrslitini koma.