Danir vunnu Tórshavnar Bridgefestival

Tíðindaskriv:

 

Daniel Bang-Ortmann og Jacob Øland úr Danmark vunnu Tórshavnar Bridgefestival 2026, sum var í Dansifrøi í Havn um vikuskiftið. Føroysk pør vunnu tó bæði annaðplássið og triðjaplássið og áttu tilsamans sjey av plássunum í topp 10.

 

Í bridge snýr alt seg um at taka so nógv stikk, sum til ber, og á bridgefestivalinum hesa ferð, sum var tann sjeyndi í røðini, vóru tilsamans meira enn 10.000 stikk at taka.

 

Daniel Bang-Ortmann og Jacob Øland vóru teir stinnastu at taka stikk í ár og vunnu fyri fyrstu ferð kappingina. Teir báðir hava roynt seg á fleiri av teimum undanfarnu festivalunum, bæði saman og við øðrum makkarum. Í 2019 bleiv Daniel nummar trý saman við einum øðrum makkara.

 

Vinnaraparið legði seg á odda rættiliga tíðliga í kappingini og megnaði at halda tørn, eisini tá tað eina løtu løtu seinnapartin leygardagin stóð nógv á. Til seinast í kappingini losnaði tó av álvara, og tá av tornaði vunnu Daniel Bang-Ortmann og Jacob Øland við meira enn 600 stigum. Tað er væl meira, enn nakað par fyrr hevur megnað á Tórshavnar Bridgefestivali, og teir vóru meira enn 200 stig framman fyri føroyska parið Jákup Hjaltalin og Arnbjørn Sivertsen á øðrum plássi.

 

Teir báðir føroysku veteranarnir høvdu tó allar orsøkir at fegnast um annaðplássið, tí undan kappingini vóru teir ikki nevndir millum favorittarnar at taka fremstu plássini. Jákup og Arnbjørn eru tó so mikið royndir spælarar, at tá ið tað gongur væl hjá teimum at spæla, so eru tað fá pør, sum standa teimum kurl. Nummar trý vóru føroyameistaranir Balli (Dánjal Pauli) Mohr og Arne Mikkelsen.

 

Tórshavn Bridgefestival hevur fingið dyggan stuðul frá nógvum fyritøkum og felagsskapum, og Tórshavnar Kommuna hevur eisini hvørt ár verið ein hollur stuðul.

 

Tórshavnar Kommuna sær stuðulin sum ein lið í strembanini eftir at draga fleiri altjóða tiltøk til høvuðsstaðin, og í ár var tað býráðslimurin Guttormur í Skála, sum setti Tórshavnar Bridgefestival. Í talu síni hugleiddi hann um kortspæl sum dømi um hugsavnan og ikki minst um hugsavnan, sum fær fólk burtur frá skíggjunum, og hann vónaði, at Bridgesambandið fór at halda fram við sínum arbeiði at fáa bridge út á skúlarnar, tí við tí var nógv gott at læra hjá ungu fólkum okkara, helt hann.

 

Hetta var sjeyndu ferð, at Tórshavn Bridgefestival varð hildin, og festivalurin hevur fingið góða undirtøku millum bridgespælarar uttanlands. Serliga íslendskir spælarar hava tikið festivalin til sín, men spælarar koma eisini úr hinum Norðurlondunum eins og øðrum londum – umframt norðurlendsku spælararnar vóru bridgespælarar úr Niðurlondum, Póllandi og USA við í ár.

 

Talan er um fólk, sum ferðast til Føroya í nakrar dagar fyri at spæla bridge og uppliva landið. Tí er Tórshavnar Bridgefestivalur eitt gott dømi um ta vinnu- og tiltaksferðavinnu, sum bæði Visit Faroe Islands og Tórshavnar Kommuna leggja dent á í sínum ferðavinnuætlanum.

 

Tórshavnar Bridgefestival, sum verður fyriskipaður saman við Føroya Bridgesambandi, verður aftur 25. – 28. februar 2027, og longu nú hava fyrstu spælararnir teknað seg.

 

##med2##

##med3##

##med4##