Neyðugt at vit gerast leys av olju

Eyðdis Hartmann Niclasen, landstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, heldur at tað hevur alstóran týdning at Føroyar gerast minni bundnar av olju

Tað hevur týdning at seta ferð á grøna orkuskiftið, bæði fyri at basa veðurlagsbroytingunum, og fyri trygdina og vælferðina hjá føroyingum. Høgu oljuprísirnir, orsaka av krígnum í Iran, er ein dyggur smeitur hjá fleiri. Eyðdis Hartmann Niclasen ásannar at tað er trupult at gera nakað við heimsstøðuna, og tí er neyðugt at vit gerast meira sjálvbjargin á orkuøkinum.

 

- Vit mugu verja okkara borgarar ímóti príshækkingum, tí dýr olja rakar okkum og vælferðina meint. Tí eru stórur fyrimunir í at vit flyta okkum skjótari við tí grøna orkuskiftinum.

 

Politiska skipanin er samd um at útbyggja og menna vind, sól og vatnorku, og Eyðdis Hartmann Niclasen heldur tað vera týdningarmikið at arbeiða miðvíst við at fremja grøna orkuskiftið, men hon kann ikki siga júst hvørji átøk verða gjørd fyrst.  

 

Veðurlagsbroytingar og hvussu hesar ávirka Føroyar, eru á breddanum í Kongshøll í dag. Hetta er triðja ári at skipað verður fyri veðurlagsdegi, Eyðdis Hartmann Niclasen setti dagin. Evnið í ár er Ávirkan, verandi og væntandi ávirkan av veðurlagsbroytingum í Føroyum.