Dánjal gevur nýggja fløgu út í hesum døgum. Og talan er um eina heldur øðrvísi útgávu, har fyrra helvtin av útgávuni kemur nú, meðan seinna helvtin kemur í summar.
- Hetta er ein roynd at vera virkin yvir longri tíð. Vit hava valt at kalla hesa útgávuna eina stuttfløgu. Hon er 26 minuttir til longdar. Tað verður so A-síðan á plátuni, sum kemur nú. Hin helvtin, sum kemur í summar, verður so B-fløgan, greiðir Dánjal á Neystabø frá.
Í vikuni hevur Dánjal verið við bólkinum í Studio Bloch og vant undan konsertini. Tá gjørdi vit eina samrøðu við hann og Kim Rafeal Nyberg, sum spælir ein stóran leiklut á nýggju fløguni. Hoyr reportasjuna frá Studio Bloch við at trýsta á pílin undir myndini.
Umframt at hava vant nógv seinastu tíðina, hevur Dánjal eisini spælt á skúlum kring landið í Listaleypinum, sum er ein mentanarlig verkætlan, ið Norðurlandahúsið, Kommunu Samskipan Føroya og Føroya kommunufelag tóku stig til í síni tíð.
Sostatt er tað talan um ein bólk, sum er í ógvuliga góðari venjing, ið fer á pallin í Fuglafirði í kvøld.
Harumframt kann fjøldin í Fuglafirði vænta sær ein eitt sindur persónligari Dánjal, enn vit áður hava upplivað.
- Eg haldi, at tekstirnir á hesari fløguni er meiri persónligi. Teir venda inn eftir, meðan tekstirnir áður hava í størri mun vent sær móti samfelagnum, sigur Dánjal á Neystabø.
- Eftir mínum tykki snúgva tekstirnir í stóran mun seg um lívið. Hvar vit eru, og hvar vit vilja fara, leggur Kim Rafael Nyberg aftrat í samrøðuni, sum eisini varð spæld í Rás2 seinnapartur fyrr í vikuni.
Útgávukonsertin við Dánjal verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld. LoverLover, sum eru tilnevndir eina FMA sum Ársins nýggi bólkur, hita upp, og dyrnar lata upp klokkan 20.00.