HØJ brúkti tríggjar málverjar í kvøld

Pauli Jacobsen slapp upp í part í kvøld

Loksins fekk landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen aftur nakað av spælitíð.

 

Allir tríggir málverjarnir hjá HØJ fingu spælitíð, tá HØJ í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini tapti 27-34 (11-16) fyri Nordsjællandi. HØJ hevur tapt fýra av fimm dystum higartil í kappingini.

 

Pauli bjargaði einari av átta málroyndum. Till Klimpe bjargaði tríggjar av 18 málroyndum, og Emil Imsgard bjargaði tríggjar av 11 málroyndum. 

 

Hóskvøldið 2. oktober klokkan 19 taka Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG móti HØJ á heimavølli. Vónandi verður talan um eina føroyingauppgerð tá.