Danmark fekk trý heppin stig

Tað breyt í bæði borð, tá ið Danmark fekk tepran 1-0-sigur ímóti Peru.

Danmark setti í dag hol á sína HM-undankapping, tá ið teir tóku ímóti Peru í russiska býnum Saransk. Danmark er í bólki C, har Frakland í morgun vann 2-1 á Avstralia.


Fyrri hálvleikur var ógvuliga tamur, og eitt danskt lið uttan serliga stórt hugflog hevði ilt við at leggja trýst á Peru, sum dugdi væl at tiltuska sær fríspørk og bróta rútmuna í dystinum. Teir høvdu harnæst eisini nógva ferð á, tá ið teir fóru í mótálop.


Peru fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda í evstu løtu í fyrra hálvleiki, tá ið dómarin, Bakary Gassama, við hjálp frá VAR-skipanini, gav Peru eitt brotsspark. Christian Cueva varð settur at skjóta, og hann skeyt langt upp um málið.


Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik legði Danmark seg á odda 1-0. Yussuf Poulsen varð spældur í góða støðu í vinstru síðu og hevði góðan møguleika at leggja tvørturum, men hann valdi at skjóta sjálvur og fekk fult burturúr. 1-0 til Danmark.


Peru legði nógv fyri í royndini at javna, og serliga síðstu 10 minuttirnar fingu teir risastórar møguleikar. Tað var nærum ótrúligt, at bólturin ikki fór inn, og danir kunnu neyvan lúgva seg frá, at teir vóru hepnir við at fáa øll trý stigini.


Dysturin endaði nevniliga 1-0 til Danmark. Tað hevur við sær, at Danmark saman við Fraklandi hevur lagt seg á odda í bólki C við trimum stigum. Næsti dystur hjá Danmark verður ímóti Avstralia. Hesin dysturin verður hósdagin í næstu viku kl.13.00.


Peru – Danmark 0-1 (0-0)

0-1: Yussuf Poulsen, 59.