Danmark og Føroyar hava formansskapin í ráðharraráðnum

Við ársskiftið yvirtaka Danmark og Føroyar formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2026.

Í formansskapinum, sum ber heitið “Sameind í skiftandi tíðum”, fara Føroyar og Danmark at leggja dent á at menna og styrkja samstarvið millum øll átta norðurlondini, serliga við denti á:

 

  • Samfelagstrygd og tilbúgving
  • Kappingarføri í Norðurlondum
  • Javnsetta luttøku í norðurlendska samstarvinum fyri Føroyar, Grønland og Áland

 

Sí formansskránna her.

 

Sum liður í formansskapinum verða Føroyar í 2026 vertir fyri meira enn 20 fundum innan Norðurlendska ráðharraráðið, bæði á ráðharrastigi og á embætisfólkastigi. Árligi summarfundurin hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum verður hildin í Føroyum 15. og 16. juni, har samfelagstrygd og tilbúgving verður á skrá.

 

Norðurlandaráðið samtykti í 2024 einmælt at heita á norðurlendsku stjórnirnar at seta eina kommissión at gera uppskot til broytingar í Helsingforssáttmálanum. Broytingarnar skulu millum annað tryggja javnsetta luttøku hjá Grønlandi, Føroyum og Álandi.

 

Norðurlendsku stjórnirnar settu í vár Elinu Pirjatanniemi, professara í løgfrøði á Åbo Universiteti, at greina møguligar løgfrøðiligar avbjóðingar av at dagføra Helsingsforssáttmálan. Arbeiðið verður liðugt um ársskiftið og síðani fara samstarvsráðharrarnir at viðgera spurningin um at seta eina kommissión.  

 

– Í hesum tíðum er stórur tørvur á at styrkja sambondini og samstarvið við okkara norðurlendsku systra- og brøðratjóðir.

 

– Føroyar hava verið partur av norðurlendska samstarvinum í meira enn 50 ár og eru virkin í norðurlendskum samstarvi á øllum samfelagsøkjum og í øllum geirum. Føroyar hava í áratíggju ynskt og arbeitt fyri limaskapi í egnum navni. Tí er tað við gleði, at Føroyar saman við Danmark yvirtaka formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum, og vit fara at stremba eftir at fáa sett eina kommissión at dagføra Helsingforsavtaluna og vinna Føroyum fullan limaskap, sigur Sirið Stenberg, norðurlensk samstarvsráðfrú.