Nýggjársaftan verður hildin í Leirvík og Gøtu

- Eitt hæddarpunkt var uttanlandsferð til ein metalfestival tíðliga í heyst. Hetta var ein ordiliga góð, orkufull og inspirerandi uppliving, sigur Hanna Jensen

 

- Eg var so heppin at fáa eitt prát við metalpastorin, Bob Beeman, á festivali í heyst, sigur Hanna Jensen

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? 

 

- Eg verið í Leirvík og Gøtu hendan nýggjársaftan. Í ár eta vit eina góða máltíð heima í Norðragøtu og fylgja eitt sindur við tí, sum hendir her, skjóta eitt sindur av fýrverki og tílíkt, men nógv er á skrá í Leirvík, so hagar fara vit ein túr eisini.

 

Tað sigur Hanna Jensen.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

Nógvar áhugaverdar og góðar løtur vóru í arbeiðslívi og saman við starvsfeløgum eins og í familjuni.

 

Hon sigur, at eitt hæddarpunkt var uttanlandsferð til ein metalfestival tíðliga í heyst. Hetta var ein ordiliga góð, orkufull og inspirerandi uppliving.

 

- Eg má eisini nevna teir báðar dreingirnar, sum vórðu føddir í summar og sum gjørdu meg til ommusystir og abbasystir. Tað er hóast alt heilt serliga gleðiligar og týdningarmiklar hendingar í stórfamiljuni í 2025.

 

Og hvat var tað keðiligasta? 

 

- Alt gongur ikki eftir vild, og so var eisini lutvíst í arbeiðslívinum.

 

Hon vísir á, at 2025 eisini hevur verið eitt av teimum heldur syrgiligu árunum, tí fosturpápi hennara í Leirvík andaðist, og tað er eitt stórt tómrúm eftir hann í allari familjuni.

 

- Men, vit hava tíbetur ógvuliga góð minnir, og hann hevur lagt so ómetaliga nógv gott eftir seg, sigur Hanna Jensen.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Politiskt vóni eg og vil virka fyri, at frælsi verður víðkað heldur enn skert – og tá hugsi eg bæði um tað persónliga frælsið, tað vinnuliga frælsið og okkara tjóðarfrælsi, og at týdningarmikil tøk verða tikin á hesi leið í 2026.

 

Og hon leggur aftrat:

 

- Tá tey spyrja meg, hvat eg ynski mær í jólagávu, plagi eg at svara: Frið á jørð. Tað kann eg heilt víst eisini leggja aftrat mínum vónum fyri 2026, at friður kann fáast at valda mangastaðni, har stríð, ófriður og kríggj er. At vit menniskju fara at stremba eftir og raðfesta frið fram um vápnað stríð.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Eg plagi ikki beinleiðis at geva nýggjárslyfti, men eg hugsi nógv um, at tá árið skiftir, so er tað eitt høvi at gera upp: Náddi eg nógvum av tí, eg setti mær fyri - ella, sum eg helt hava týdning? Og so endurskoði eg nøkur mál og seti mær nýtt fyri, bæði fyri arbeiði, men eisini fyri onnur meira privat viðurskifti.

 

- Og jú, tað er meira enn so, at eg havi sett mær okkurt fyri í 2026, sum eg vóni fer at eydnast mær at halda og liva upp til, leggur Hanna Jensen aftrat.

 

Seinastu orðini hjá henni í hesum umfari eru: Gott nýggjár, øll somul!

 

 

 

- Eg var so heppin at fáa eitt prát við metalpastorin, Bob Beeman, á festivali í heyst, sigur Hanna Jensen