Tað er ikki ofta, tú hoyrir um ungar dreingir og ungar menn, sum hava ein slíkan hug til útróður, sum 23 ára gamli, Johannes Nybo, hevur.
Ofta verður sagt um útróðrarvinnuna, at her er eingin tilgongd - at útróðrarmenninir gerast ikki yngri, og at útóðrarvinnan onga framtíð hevur.
Men, tað er nú ikki altíð rætt, sum sagt verður, og tað eru undantøk.
Johannes er sonur, Rannvá og Ólav F. Nybo í Haraldsundi. Pápin, sum er ættaður av Viðareiði, er borgarstjóri í Kunoyar kommunu.
Ungur og nærlagdur
Umframt at vera borgarstjóri á hálvari tíð, er pápin eisini landformaður hjá soninum, og saman hava teir fullriknað útróðrarbátin, Dalsenni, sum er ein longdur Aqua Star úr glastrevju.
- Sonurin er nærlagdur og hevur gott hegni til sjógvin, og hann er umborð saman við tveimum øðrum, meðan eg taki mær av umrekingini og skipi fyri í landi.
Soleiðis hevur Ólavur F. Nybo áður sagt í samrøðu.
Johannes var bert 17 ára gamal, tá hann byrjaði at rógva út burturav.
Teir vóru tríggir, sum leyptu bátin saman, og soleiðis var tey fyrstu árini. Seinni er hin eini farin burtur úr, soleiðis at tað eru faðir og sonur, sum eiga og reka bátin.
Sjálvur hevur Ólavur sagt, at hann stórtrívist í umrekingini á Stongunum í Klaksvík.
Ungi útróðrarmaðurin, Johannes Nybo, sigur, at teir egna mest við gággu og onkuntíð við eitt sindur av høgguslokki, makreli ella sauri.
- Eg byrjaði á skiparaskúla á Sjónámi í Klaksvík januar í fjør, og gongst sum ætlað, gerist eg liðugur í summar, sigur hann.
41 túrar higartil í ár
Á einum útróðrartúri við Dalsenni eru teir tríggir umborð, og hóast Johannes nú hevur gingið í skúla tað mesta av einum ári, hava teir kortini gjørt fleiri útróðrartúrar í árinum, og teir hava eisini verið á Føroyabanka.
- Eg haldi, at vit hava gjørt 41 túrar higartil í ár, og vit vóru eisini einar tveir túrar á Føroyabanka. Tíverri brutu vit gearið og mistu einar 2-3 mánaðir í heyst.
Johannes sigur, at á seinasta útróðrartúri við Dalsenni herfyri høvdu teir 14.000 pund.
- Hetta var í síðstu viku. Vit seta vanliga millum 40 og 50 stampar, og vit hava ikki langar línur, umleið 290 húkar á línuni í miðal.
Hetta segði hann í samrøðu, tá vit skiftu orð við hann tíðliga í desember. Helst varð onkur útróðrartúrur aftrat gjørdur seinni í desember.
Ungi maðurin sigur, at umleið 70 prosent av veiðini var toskur, og hann heldur, at fiskurin er væl fyri, eins og tað er væl at fáa.
- Tað er eitt sindur trupult at fáa fólk, nú eg gangi í skúla, og tað ikki ber til at rógva út altíð, tá løturnar eru, sigur Johannes Nybo.
##med2##
Góður miðalprísur
Brosandi sigur pápin, Ólavur, tá vit spyrja hann, at Johannes av og á fær onkran í skúlanum at skulka saman við sær.
- Tað er eisini onkur, sum siglir við línuskipi, ið er heima ímillum túrar, sum dámar væl at gera onkran útróðrartúr av og á.
Tað er Johannes sjálvur, ið tekur sær av at fáa fólk, tá farið verður til útróðrar.
Pápin, Ólavur, heldur fyri, at menn vóru raskir at koma við til útróðrar, tá útróðurin gav lítið, og nú útróðurin gevur pengar, eru menn eisini til reiðar at gera túrar.
- Tað var tann tíð, tá tað var ein útreiðsla at loysa, men seinasta hálvt annað árið hevur útróðurin givið væl av sær.
Ólavur vísir á, at eftir summarfrítíðina í 2024 hendi nakað, sum gjørdi, at fiskaprísirnir hækkaðu, og hann heldur, at hetta helst hevur nakað við útboð og eftirspurning at gera.
- Eg vil meta, at vit hava fingið ein miðalprís, sum liggur omanfyri 30 krónur fyri kilo næstan hvønn túr, og tað er óført.
Hann ásannar, at prísurin hevur nógv at siga fyri útróðurin, og tá tað so eisini hevur verið væl at fingið, er tað aftur farið at loysa seg at reka útróður.
Dyrgdi við abbanum
Tá vit spyrja Johannes Nybo, hvat hann ætlar sær at brúka sítt skipararpógv til, sigur hann, at dreymurin er einaferð at fáa sær ein størri bát.
- Eg havi áður tikið prógv sum skipsatstøðari á Sjónámi, og hetta er nóg mikið til at reka ein útróðrarbát.
Meðan Dalsenni lá við brotnum geari, var Johannes Nybo onkran túr við Hans Paula Purkhús, sum hevur 29 fót stóra Starlet-bátin, Kunoyarnes.
- Hans Pauli fiskar næstan bara gággu til útróðrarbátarnar, og hetta kemur væl við hjá okkum sum rógva út, sigur ungi maðurin.
Johannes sigur, at tað var eisini við Hans Paula, at hann sum blaðungur gjørdi fleiri túrar eftir gággum, og hetta helt hann vera ógvuliga spennandi.
Pápin, Ólavur, hevði ikki bát, tá Johannes vaks upp sum smádrongur.
Tí plagdi Johannes eisini at lokka abban í Haraldsundi at dyrga eftir seiði, og hetta dámdi honum sera væl.
Tá Johannes gekk í 9. flokki, slapp hann umborð á línuskipið Núp í starvsvenjing, og her slapp hann púrasta av við sjóverkin, sum hann hevði havt, tá hann sum 14 ára gamal dró gággurúsur í bátinum hjá Hans Paula Purkhús.
Liðugur við framhaldsskúlan, var hann nakrar túrar við línuskipinum, Skørini.
- Eg havi ongantíð havt sjóverk, síðan eg sjálvur byrjaði at rógva út sum 17 ára gamal, sigur hann.
Ikki tol til snellu
Umborð í útróðrarbátinum, Dalsenni, eru fimm snellur, sum allar eru dagførdar og standa klárar at brúka, men útróðrarmaðurin sigur, at snellurnar so at siga ikki vera brúktar.
- Nei, mær dámar betur at fiska við línu, tí eg havi slett ikki tol til snelluútróður, sigur Johannes Nybo.
Skoðsmálið, sum hin 23 ára gamli fær, er, at hann er ein sera hugagóður og nærlagdur útróðrarmaður, sum dugir væl at fáa fisk, og hann dugir eisini væl at lurta, tá teir, sum hava betri skil enn hann, fortelja, og tað er ein góður eginleiki at hava sum útróðrarmaður.
##med3##













